Uttanlands

Boris Johnson: Kunnu ikki steðga oljuútbygging eystan fyri Føroyar

- Vit kunnu ikki bara bróta gjørdar avtalur sigur hann og vísir til loyvi, sum oljufeløg hava fingið í sambandi við Cambo kelduna

Boris Johnson, forsætisráðharri, ætlar sær ikki at ganga krøvunum frá umhvørvisfólki á møti, um at steðga útbygging av oljukelduni Cambo skamt frá føroyska markinum

Boris Johnson, forsætisráðharri, ætlar sær ikki at ganga krøvunum frá umhvørvisfólki á møti, um at steðga útbygging av oljukelduni Cambo skamt frá føroyska markinum

2021-08-09 09:00 Author image
Jan Müller

Síðani mótstøða hevur tikið seg upp ímóti útbyggingum av nýggjum oljukeldum eystan fyri Føroyar hevur bretski forsætisráðharrin nú lagt seg út í orðaskiftið. Tað ber ikki til at bróta longu gjørdar avtalur sigur hann.

[object Object]
Cambo-oljukeldan liggur tætt upp at føroyska markinum. Í næstum verður avgjørt, um grønt ljós skal gevast til útbygging av hesi risastóru keldu.

JAN MÜLLER

Spurningurin, um oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell skulu fáa loyvi til at fara undir útbygging av oljukelduni Cambo beint eystan fyri føroyska markið, er nú komin upp á hægsta stað, nevniliga á borðið hjá sjálvum breska forsætisráðharranum, Boris Johnson. 

Spurdur um hann ikki fer at steðga ætlanunum at geva loyvi til útbyggingina, nú beint undan altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í november, sigur Boris Johnson, at tað ber ikki til at bróta ein sáttmála, sum longu er gjørdur. Tað var nevniliga í 2001, at loyvi varð latið oljufeløgunum at gera íløgur í Cambofundið. "We can´t just tear up contracts", sigur forsætisráðharrin sambært Energy Voice, nú roynt verður at steðga hesi verkætlan vestan fyri Hetland 

Hetta segði hann á eini vitjan í Skotlandi nú um dagarnar, har hann vitjaði umborð á einum frálandsskipi, sum arbeiddi við at seta upp vindmyllur út fyri skotsku strondina. Boris Johnson vísti eisini  á, at í avtalu, sum er gjørd millum vinnuna og myndugleikarnar, so verða nýggj leitiloyvi ikki latin, uttan at hædd verður tikin fyri grøna skiftinum. 

Boris Johnson segði eisini við tíðindafólk, tá hann fylgdi arbeiðinum at seta upp vindmyllur, at Bretland fer at seta uppaftur meira ferð á at menna vindorkuna, soleiðis at hon kann vera við til at veita orku til milliónir av húsarhaldum. Og hann legði dent á og fegnaðist um, at hesar vindmyllur til havs gerast bara størri og størri.

Umhvørvisfelagsskapir hava higartil savnað 80.000 undirskriftir sum mótmæli móti ætlaðu útbyggingini av Cambo og annars móti øllum nýggjum oljuvirksemi yvirhøvur. Hesir eru Save the Children, RSPB, Oxfam, 350, Friends of the Earth, Green Alliance, Avaaz and Uplift. 

Teir vísa á, at Bretland, sum er vertur fyri altjóða veðurlagsráðstevnuni COP 26 í Skotlandi um nakrar fáar mánaðir, kann ikki loyva sær um somu tíð at geva loyvi til útbygging av eini stórari oljukeldu. 

Eisini umboð fyri bretska Labourflokkin og fyri Tey Grønu í Skotlandi hava mótmælt ætlanini. Hinvegin vísa umboð fyri eitt nú konservativa flokkin í Skotlandi á, at tað verður ein vanlukka  fyri Skotland, um alt nýtt oljuvirksemi nú skal steðgast. Tað fer at ganga út yvir tey meira enn 100.000 fólkini, sum arbeiða í hesi vinnuni. 

Eisini umboð fyri vinnuna vísa á, at avtala er gjørd við myndugleikarnar, har vinnan bindur seg til at lækka CO2 útlátið. Víst verður eisini á, at skal oljuvirksemið í Norðsjónum steðgast ella avmarkast, so fer tað at merkja, at Bretland í framtíðini má innflyta olju úr øðrum londum.