Uttanlands

Bretska oljuvinnan í vandasjógvi uttan útbyggingar

 Framtíðin hjá olju- og gassvinnuni í Bretlandi er í vanda orsakað av herðferðini móti útbyggingini av oljukelduni Cambo eystan fyri Føroyar

Olju- og gassvinnan og grøna orkuskiftið eiga at kunna ganga hond í hond

Olju- og gassvinnan og grøna orkuskiftið eiga at kunna ganga hond í hond

2021-09-21 14:01 Author image
Jan Müller

Hetta vórðu boðini hjá nýggja Shellstjóranum fyri Norðsjógvin og Atlantsmótið, Simon Roddy, á eini ráðstevnu á netinum “Offshore Europe” í farnu viku. Hann vísti á, at skal vinnan kunna halda fram at virka, so mugu íleggjarar fáa støðugar umstøður at arbeiða undir, heldur enn at fáa hóttanir frá umhvørvisfelagsskapum og politikarum. Her er ikki bert talan um at gera íløgur í framtíðar olju- og gassframleiðslu men samtíðis eisini í grøna orkuskiftið, har slíkt sum at fanga og goyma CO2 verður raðfest.

[object Object]

Simon Roddy, nýggi Shellstjórin fyri Norðsjógvin og Atlantsmótið tvs. økið eystan fyri Føroyar. 

Hansara úttalilsi koma eftir, at tað í Skotlandi er við at taka seg upp ein bylgja av mótmælum móti útbygging av olju- og gasskelduni Cambo, skamt frá føroyska markinum. Mótmælini harðna sum altjóða veðurlagsstevnan í Glasgow nærkast.

Eisini stjórin í Oil & Gas Authority, Andy Samuel, sum er tann myndugleikin, ið skal geva loyvi til oljuútbyggingar, helt fyri, at tað hevur stóran týdning fyri íleggjarar, at forðingar ikki verða lagdar fyri teirra royndum bæði at halda lív í olju- og gassvinunni og samtíðis at gera íløgur í grøna skiftið.

Bretska stjórnin hevur annars útsett at geva nýggj loyvi til leiting eftir olju og gassi, meðan arbeitt verður við at gera treytirnar fyri at leita meira umhvørvisvinarligar og grønar. Nú verður so bíðað eftir, at hon evur grønt ljós til útbyggingina av nógv umrøddu Cambo verkætlanini á Atlantsmótinum. Hon er kortini ikki tann einasta útbyggingin, sum bíðar eftir góðkenning. Fleiri aðrar umsóknir um stórar verkætlanir eru ávegis. Allar liggja tær eystan fyri Føroyar.  

[object Object]

Cambo keldan, sum ætlanin er at byggja út til framleiðslu,  liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum. Enn ein oljukeldan, sum stendur til at verða útbygd, er Rosebank, sum eisini liggur tætt við markið. 

Bretland framleiðir í dag eina mió. tunnur av olju um dagin, sum saman við gassframleiðsluni fer til at nøkta ein part av nýtsluni í Bretlandi.Til tess at kunna framleiða at nøkta egna nýtslu er neyðugt við slíkum útbyggingum sum Cambo.

Á ráðstevnuni varð eisini víst á, at Cambo hevur stóran týdning fyri at nøkta framtíðar nýtsluna í Bretlandi, nú keldan goymir 800 mió. tunnur av olju og gassi. Komandi útbyggingin fer í fyrstu atløgu eftir 170 mió. tunnum av samlaðu goymsluni. Oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell hava gjørt stórar íløgur í Cambo, síðani loyvið varð latið í 2001. Eftir kanningar og boring í 20 ár eru feløgini loksins tilreiðar at byggja kelduna út til framleiðslu.

Men í  Skotlandi verður øgiligt trýst lagt á myndugleikarnar at sýta fyri at geva loyvi til útbygging. Greenpeace hevur hótt við at fara til dómstólarnar fyri at steðga verkætlanini.

Shellstjórin vísti á ráðstevnuni á, at tað er sera avgerandi fyri at kunna koma víðari við verkætlanini, at íleggjarar ikki alla tíðina standa fyri skotum og verða niðurgjørdir.

-Hetta er ikki bara talan um Cambo, men tað snýr seg í veruleikanum um framtíðina fyri oljuframleiðslu í Bretlandi og harvið at kunna halda fram við at verða sjálvveitandi við orku. Og hesar útbyggingar verða bara gjørdar, um tær eru í tráð við grøna skiftið. Verða tær ikki framdar, so verður neyðugt í framtíðina at innflyta olju og gass úr øðrum londum, sum als ikki taka hædd fyri at minka um útlátið. 

Shell hevur ein týðandi leiklut í royndunum hjá Bretlandi at røkka “net zero” málinum. Felagið er saman við øðrum oljufeløgunum við í sonevndu Acom Verkætlnaini, sum m.a. hevur til endamál at fanga og goyma CO2 útlát, ið stavar frá gassi og øðrum ídnaði eins og royndirnar at framleiða vetni. 

Hóast mongu mótmælini móti Cambo gjørdi bretski forsætisráðharrin Boris Johnson í august í ár greitt, at tað ber ikki til hjá myndugleikunum at bróta avtaluna um Cambo, tí feløgini hava arbeitt út frá hesi avtalu síðani 2001. Síðani hevur fyrsti ráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon eftir trýsti frá teimum grønu heitt á stjórnina um at endurskoða loyvistreytirnar. Hon vil kortini ikki siga, antin hon er fyri ella ímóti útbyggingini. Oljuvinnan í Skotlandi fevnir í dag um meira enn 100.000 arbeiðspláss. 

Stjórin fyri oljumyndugleikan OGA segði, at komandi veðurlagsráðstevnan eigur fyrst og fremst at  hyggja meira eftir kolanýtsluni í heiminum heldur enn at leggja fót fyri neyðugari olju- og gassframleiðslu í eitt nú Bretlandi, ið eisini hevur til endamál at minka munandi um útlátið. 

Andy Samuel segði, at altjóða orkustovnurin IEA eigur at vísa sonevnda “transition deal”, sum oljuvinnan og mynduleikarnir í Bretland hava gjørt, størri ans. Har verður hædd tikin fyri olju- og gassframleiðslu samtíðis sum roynt verður at minka um útlátið og raðfesta grøna skiftið. Henda avtala kann vera gott grundarlag fyri ídnaðin kring allan heim, tí hon tekur bæði hædd fyri tørvinum á olju og gassi og grøna orkuskiftinum.