Uttanlands

Delta rakar oljuprísin meint

Frá at hava nærkast 80 dollarum, er oljuprísurin, vegna óttan fyri Delta variantinum, í løtuni lækkaður til niðanfyri 70 dollarar

2021-07-21 15:57 Author image
Jan Müller

Tað eru bert fáir dagar síðani, at oljuprísurin reyk upp í loft og nærkaðist 80 dollarum fyri tunnuna. Hetta orsakað av vónunum til, at koppsetingarnar fóru at geva úrslit, so korona fór at leggja seg, og virksemið kring heimin aftur fór at taka dik á seg.

Men so skuldi ikki verða. Í gjár kavaði oljuprísurin  aftur heilt niður á góðar 68 dollarar fyri tunnuna. Og orsøkin er tann, at sera vandamikli varianturin av korona, Delta, av álvara er farin at gera um seg kring allan heim, og tað skapar ótta á marknaðunum, sum so eisini rakar oljuprísin. Í dag hevur prísurin tó  hálað nakað innaftur og var í morgun góðar 70 dollarar fyri tunnuna. 

Nú um dagarnar varð gjørd semja í Opec+ londunum um at vaksa um  aftur framleiðsluna við 400.000 tunnum av olju um dagin. Hetta hendir um somu tíð sum londini longu hava bundið seg til at minka munandi um framleiðsluna frá í fjør.

Nú eru Saudi Arabia og Sameindu Arabisku Emiratini samd um at halda fram við avtaluni umframt at fremja ein ávísan vøkstur. Opec+ londini eru 23 í tali. Tey framleiða meginpartin av oljuni í heiminum. Tey royna vanliga at steðga vøkstri ella minka um framleiðsluna, um tað merkir ein hægri oljuprís.

Í løtuni er skerjingin av framleiðsluni 5,8 mió. tunnur um dagin. Frá august verður henda skerjing so minkað til 5,4 mió. tunnur. Síðani er ætlanin, at skerjingin skal minkast við 400.000 tunnum um dagin hvønn mánað. Samanlagt fer Opec+ at framleiða 2 mió. fleiri tunnur um dagin á nýggjárinum. 

Annars er oljuprísurin vaksin við nærum 50% síðani á nýggjárinum og hevur verið tann hægsti síðani móti endanum av 2018.