Uttanlands

Oljan fyllur nógv í norska valstríðnum

Fer Arbeiðaraflokkurin at skipa stjórn eftir valið í Norra, fer hann at loyva framhaldandi oljuleiting, men einans í verandi framleiðsluøkjum 

Jonas Gahr Støre, formaður í norska Arbeiðaraflokkinum, sum helst verður nýggjur forsætisráðharri í Norra eftir valið mánadagin

Jonas Gahr Støre, formaður í norska Arbeiðaraflokkinum, sum helst verður nýggjur forsætisráðharri í Norra eftir valið mánadagin

2021-09-09 10:28 Author image
Jan Müller
Norskir miðlar eru á tremur við tilfari um norska stórtingsvalið, sum verður nú sunnudagin og mánadagin, og oljan fyllur sum vera man nógv í orðaskiftinum. Tað er fyrst og fremst spurningurin um nýggja oljuleiting, sum fær nógva umrøðu. Veljarakanningar vísa, at ein meiriluti av norska fólkinum ynskir, at oljuvirksemið og harvið eisini nýggj oljuleiting skal halda fram, tó er mótstøðan móti nýggjari leiting vaksandi millum tey ungu og millum fleiri av politisku flokkunum. 

Tó ganga bæði verandi stjórnarflokkar við Høgra á odda eins og stóru andstøðuflokkarnir við Arbeiðaraflokkinum á odda inn fyri, at oljuleitingin kann halda fram í avmarkaðan mun. Neyvan verða heilt nýggj øki latin upp til leiting, sum tó kann fara fram í økjum, har virksemi er í dag. Hetta váttaði Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiðaraflokkinum í norska útvarpinum so seint sum í morgun. Hann staðfesti samtíðis, at tíðin er við at fara frá oljuni til fyrimunar fyri varandi orkukeldur. Men Norra fer at halda fram við framhaldandi olju- og gassframleiðslu, tí tað hevur eisini stóra týdning fyri at kunna fremja grøna orkuskiftið segði hann. 

Veljarakanningar lata upp fyri eini nýggjari stjórn við Arbeiðaraflokkinum á odda. Stóri spurningurin undan valinum um tríggjar dagar er tó, um flokkurin saman við øðrum fær nóg stóra undirtøku til at kunna skipa stjórn. Enn er óvist, um smærri flokkar sum tey grønu og tey reyðu, ið m.a. eru ímóti nýggjari oljuleiting, fáa nóg stóra undirtøku til at kunna vera tungan á vágskálini hjá eini Arbeiðarafloks stjórn. Tað kann blíva neyðugt hjá Arbeiðaraflokkinum at taka bæði tey grønu og reyðu við fyri at kunna skipa stjórn. Men hesir báðir flokkarnir hava gjørt greitt, at teir fara ikki at stuðla eini stjórn, sum gongur inn fyri nýggjari oljuleiting. Men einki bendir í løtuni á, at Arbeiðaraflokkurin fer at slaka í oljupolitikkinum. 

Tað eru uttan iva nógvir føroyingar, sum fylgja væl við í norska valstríðnum, tí avgerðir í Norra, eitt nú rundan um oljupolitikkin, fáa eisini avleiðingar fyri føroyingar og føroyskar fyritøkur.

Í dag eru tað serstakliga fýra føroyskar fyritøkur, sum arbeiða í norskari olju- og frálandsvinnu. Hesar eru Thor í Hósvík, Skansi Offshore í Havn, sum m.a. eru partur av bæði leiting og framleiðslu umframt Pam Offshore og Faroe Offshore Service, sum leiga út fólk til arbeiði í norsku oljuvinnuni. 

Til ber annars at fylgja norska valstríðnum á nrk.no og á E24.no