Innanlands

- Vit eiga ikki at lata okkum stýra av veðurlagsræðslu

Men vit eiga á ein skilagóðan hátt at flyta okkum yvir á varandi orku, soleiðis at vit ikki eru bundin av olju í framtíðini skrivar Jens Meinhard Rasmussen, stjóri

2021-01-12 14:05 Author image
Jan Müller

- Eftirspurningurin eftir orku fer framvegis at økjast. Olja verður ein stabilur partur av okkara orku, og varandi orka skal byggjast afturat. Hetta er ikki ein spurningur um antin ella skrivar Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í hesi greinini.

Tað er torført at spáa, serliga um framtíðina.

"Eg havi altíð undrast á, at analytikarar fáa løn fyri at spáa um oljuprís. Sum oftast spáa teir skeivt, men tá forvinna teir enn meiri pening fyri at forklára, hví teir spáddu skeivt. Tað er ikki so lætt at spáa um oljuprís. Tað eru nógvir faktorar, sum gera seg galdandi, so sum útboð og eftirspurningur, goymslur, politiskir faktorar, OPEC, farsóttir osfr. Tað ber illa til at seta hetta í eina modell og fáa eitt haldgott úrslit burturúr.

Enn meira undrunnarvert er,  at menniskjað heldur seg við matematiskum modellum kunna spáa um veðurlagið 30 ár fram í tíðina. Tað tykist, sum at vit nú halda, at um vit ikki lata CO2 út, so fer veðurlagið ongantíð at broytast.

Lat meg siga fyrst, at eg taki fult undir við, at vit minka um útlát. Men helst eitt sindur kontroversielt, so loyvi eg mær at ivast í týdninginum, sum mannaskapt CO2 hevur á veðurlagið.

Tað er ríkiligt tilfar um evnið á alnótini, og tað er næstan møguligt at finna tað svarið ein ynskir í hesum máli. Eisini haldi eg, at tað er eyðsýnt, at tað er ein serlig niðurgerðing av teimum granskarum, sum ivast í ella beinleiðis halda, at tað er einki samband millum mannaskapt CO2 og veðurlagsbroytingar.

Veðurlagsbroytingar er ikki nakað nýtt

Men kunnu vit staðfesta, at veðurlagsbroytingar eru av mannaskaptum útlati av CO2. Eg ivist. Um CO2 hevur eina ávirkan, so er tað trupult at skilja, at hetta skal vera tann avgerandi faktorurin í eini kompleksari veðurlagsskipan. Jørðin hevur í fleiri umførum verið heilt ella lutvíst undir í ísi. Og hon hevur í fleiri umførum verið nógv heitari enn nú. Vit hava millum annað havið, havstreymar og gosfjøll, sum ávirka veðurlagið. Sólin hevur eina avgerandi ávirkan á okkara veðurlag. Men onkursvegna er tað politiskt avgjørt, at CO2 er stóri syndarin. Tað er ræðandi, at orðaskiftið er steðgað. Granskarar og vísindafólk, sum seta spurnatekin við tesuna verða kalla fyri “climate change deniers”.

Norski nobelprísvinnarin Ivar  Giaver hevur dittað sær at seta spurnartekin við “global warming” rørsluna.

Sambært Giaver vísa metingar, at jørðin er hitnað 0,8 gradir frá 1880-2015, og eingin “global warming” var frá 1998-2015. Tað er sera støðugt.

Og hvør veit at siga, um hitin vit hava í dag er tann optimali?

Hiti á jørðini er ikki bara trupulleiki. Jørðin hevur ongantíð verið so grøn sum nú, og tað hevur ongantíð verið so nógv vælferð sum nú. Veðurlagsbroytingar eru sostatt ikki bara neiligar, í øllum førum ikki allastaðni.

Havstandurin er hækkaður 20 cm síðstu 100 árini. Sama, sum undanfarnu 100 ár.

Vit síggja nógvar orkanir í sjónvarpinum, serliga hurricanes í USA, og ofta verður global warming og climate change nevnt í sambandi. Veruleikin er, at ódnir í USA eru støðugar, kanska eru tær heldur færri nú í mun til tey seinastu 150 árini.

Veðurlagsbroytingar eru ikki til diskutión. Men spurningurin um veðurlagsbroytingar  eru mannaskaptar verður ikki tikin uppá tunguna longur. Ikki tí at hann er svaraður, men tí at hann er politiskt ókorrektur. Eitt nú hevur redaktiónin á NRK avgjørt ikki at taka hesi sjónarmið við í kjak og sendingar.

Tí er veðurlags- og umvørvispolitikkur vorðið tað sama, og tað er ein vandamikil kós. Serliga vandamikið er tað fyri tey fátøku londini, men eisini ein óheppin kós fyri okkum í Føroyum, tí hetta kemur at føra til skeivar politiskar avgerðir.

Johannes Krüger, professor emeritus, dr. scient., Institut for Geovidenskab og Naturforvaltning, Københavns Universitet, sigur í Berlingske í 2017, at klimamodellir vísa, at havísur á Antarktis er minkaður seinastu 40 árini, hóast satellitmyndir vísa tað øvugta. Tað er næstan javnvág millum tapið í Arktis, og tað sum verður vunnið í Antarktis.

Á sama hátt er tað trupult at gera modellir, sum vísa, hvat hitin verður í framtíðini, tí hesar modellir eru avmarkaðar, og veðurlag er sera kompliserað. Kruger sigur, at Intergovernmental Panel on Climate Change, IPPC, er ikki baserað uppá vísindi. Heldur er tað ein politisk organisation, sum útilokar stóran part av vísindini. IPCC hevur við Rio yvirlýsingini frá 1992 gjørt CO2 til stóra syndaran, og annars útilokað víðari gransking av hesum. Sambært Kruger, og nógvum granskarum saman við honum, so er tað einki prógv fyri, at CO2 hevur samband við global warming. IPCC hevur ov stuttan tíðarkarm við tað, at teir stuðla seg at hitamátingum seinastu 150 árini, tá teir siga, at veðurlagsbroytingar eru mannaskaptar.

Sagt verður at jøklar smelta vegna mannaskapt CO2 útlát, men tað eru eingin sveiggj í mun til tær broytingar, sum hava verið seinastu 150 árini.

Tesan um at CO2 er stóri klimasyndarin hongur ikki saman, tí vanliga sigur man, at tað skal vera samanhangur millum teori og praksis, tá vit hava at gera við vísindi. Veruleikin er, at søguliga hevur mongdin av CO2 í atmosferuni hækkað aftaná, at hitin er hækkaður!

Søguligu sveiggini í hita á jørðini hava verið knapplig, stór og ikki sett í samband við CO2 útlát, tess minni til mannaskapt CO2. Grønland er gott dømi um tað. Eftir at hava búleikast í Grønlandi í fleiri hundrað ár, so rýma norðbúgvar fyri kulda fyrst í 1400. Tað var snøgt sagt liviligt longur vegna veðurlagsbroytingum.

Jøklanir í Grønlandi eru afturfarnir síðani 1895. Jøklar í Norra eru afturfarnir síðani 1750, og jøklar í alpunum eru afturfarnir síðani 1860. Tað er sostatt einki óvanligt í, at jøklar fara aftur.

Havísurin í Arktis hevur verið afturfarandi síðani 1860, við árligum frávikum.

Men Kruger og aðrir sum seta spurnartekin við politisku dagsskránna hjá IPPC,  eitt nú Henrik Svensmark, professari á DTU hava trupult við at sleppa framat miðlunum.

Veðurlagsbroytingar eru helst meira komplekst, enn tað verður gjørt til av miðlunum. Men tá tað hevur lukkast at billa øllum miðlum inn, at 97% av heimsins granskarum eru samdir um, at global warming er mannaskapt, so er tað kanska ikki so løgið. Tankin um at gera vísindi til eitt demokrati er eisini burturvið. Vit kunnu ikki atkvøða um 1+1 er 2. Vísindi eigur nettupp at seta spurningar og leita eftir prógvum.

Spámannavirksemi hjá IPCC hevur ræði á politikarum og miðlunum, heldur enn observerað fakta.

Tað eru næstan bara eldri granskarar, sum tora at siga sína meining. Teir yngru eru helst bangnir fyri at vera útihýstir frá tí góða selskapinum, og sostatt seta sína yrkisleið í váða. Gro Harlem Brundtland hevur úttalað, at: “I klimasaken er det umoralsk at tvivle”, og soleiðis verður IPPC gjørt til sannleika/vísindi, men í veruleikanum er tað ein politisk útnevnd organisation. NRK hevur ein klimajournalistik, sum leggur til grund, at klimabroytingar eru mannaskaptar. Setur tú spurnartekin við hetta, verður tú skírdur klimaavnoktari, og sleppur ikki framat. Hetta er undrunarvert, havandi í huga, at undirgangs uppáhald um veðurlagsbroytingar altíð hava verið skeivar.

Frá 1920unum, líka fram til 1980ini, vóru tær flestu undirgangsuppáhaldini um “global cooling”. Hetta vísti seg at vera skrøggsøgur. So kom “global warming”, men eingin hitan var frá 1998-2015. Soleiðis hava tað verið mótsigandi uppáhald. Tað verður heitari, tað verður kaldari, vatnstandur hækkar, tað verður turt..... Vísindalig semja er farin frá, at tað verður ein nýggj ístíð, til at tað verður oyðing vegna hita. Amerikanski miðilin CNN hevur í longri tíð havt eitt uppáhald um, at flestu stillahavsoyggjar eru við at søkka. Hendan søgan passar væl til veðurlagsræðslu, men hon er bara ikki sonn, og tað hava tey á CNN nú endiliga viðgingið.

Og tað er einki nýtt í heimsøguni, at “samd”vísindi er heilt av leið. 

Flestu hava helst hoyrt um gomlu teoriina um, at jørðin er fløt. Læknavísindi er munandi broytt gjøgnum tíðina osfr. Hetta tí at onkur hevur sett spurningar, granskað og prógvað.  

Umhvørvi og veðurlag verður blandað saman og tað er óheppið, tí tað førir til skeivar avgerðir

Sjálvt UNCTAD hjá ST er farið at ávara um neiligu ávirkanina og avleiðingarnar av CO2 fokus. Sambært nýggjari rapport hjá UNCTAD, so hevur skjóta skiftið til el-bilar skakandi umhvørvisligar- og menniskjaligar avleiðingar. Framleiðslan fer fram í Kili og í (Ó)Demokratiska Lýðveldinum  Kongo.  Sambært UNICEF, so arbeiða 40.000 børn í kobolt minunum í Kongo, undir sera vandamiklum umstøðum, til lítla og onga løn.

Í Kili brúkar lithiumframleiðslan nærum 65% av øllum vatninum í tí turru Salar de Atamaca økinum. Úrslitið er, at lokalir bóndir hava verið noyddir at flýggja frá ættargarðum, niðurbróting av umhvørvi, oyðing av lendi, dálking av jørð og minking og dálking av grunnvatni. Hetta sambært ST. Alt fyri at vit í Vesturheiminum kunnu pussa ta grønu gloriuna.

Onkursvegna vilja vit fyri ein og hvønn prís trýsta elbilar ígjøgnum í Evropa og nú eisini í Føroyum. Hetta kann kanska skiljast í býum við lokalari dálking. Men at gera hetta í Føroyum, í eini vón um at broyta veðurlagið er ikki til at skilja. Tá vit so samstundis ongan veg eru komin við orkuumlegging á landi, so gevur tað als onga meining at trýsta elbilar ígjøgnum. Vit geva mvg frítøku til at blása meira tungoljuroyk  í lunguni á kaldbaks- og havnafólki. Samstundis fáa vit tungari bilar, sum slíta enn meira vegin. Og soleiðis stuðla vit tí vælbjargaða, sum ognar sær ein stóran og tungan battarí SUV, meðan tann, sum koyrir ein lítlan økonomiska Nissan Micra frá 1999 skal rinda gildið.

Veðurlagsræðslan og symbolpolitikkur

Ein, sum hevur dugað væl at forvinna pening uppá veðurlagsræðslu er Elon Musk. Í flestu vesturlendskum londum hava bilarnir hjá honum kappingarfyrimun við at sleppa undan ymiskum avgjøldum. Hann er nú heimsins ríkasti og brúkar stóran part av tíðini uppá at senda rakettir upp í rúmdina. Soleiðis er skattgjaldarin við til at stuðla rakettprosjekti hjá Tesla og Musk. Eitt prosjekt, sum neyvan er CO2 neutralt.

Útskeldaði Bjørn Lomborg, rithøvundur til “The Sceptical Environmentalist”, hevur úttalað, at tað er høpisleyst, at vælbjargaðir borgarar í framkomnum búskapum billa sær sjálvum inn, at um tey koyra í einum Toyota Prius og gevast at eta búffar, so kunnu tey halda veðurlagsbroytinum aftur. Hann leggur afturat, at el-bilar eru langt afturúr, tá tað kemur til CO2, tá teir koma á vegin. Í miðal skal ein elbilur koyra umleið 60.000 km, áðrenn hann viðvirkar til at minka um CO2 útlát. Elbilurin er í hesum samanhangi einki annað enn eitt meiningsleyst politiskt signalvirði.

Trupulleikin við veðurlagsaktivistum er ofta, at tey vilja broyta øll onnur enn seg sjálvan. Flestu av vesturlendsku aktivistunum hava snildtelefon, teldu, nýggj klæði osfr.

Hóast onkrar skilagóðar viðmerkingar í seinastuni, so tykist politiska skipanin í Føroyum at halda, at alt, sum ikki er olja er “grønt”. Líka mikið hvussu nógv tað kostar, líka mikið hvussu nógv tað dálkar. Keypir tú ein lítlan økonomiskan bensinbil, so ert tú ikki grønur, Men keypir tú ein stóran SUV við einum battaríi framleitt við barnahjálp í Dem. Lýðveldinum Kongo, so ert tú grønur og fært mvg frítøku. Bjálvar tú eini gomul hús, og hitar tey við olju, so ert tú ikki grønur. Men koyrir tú eina vælvirkandi oljufýring í skrell og fært tær hitapumpu í eini illa bjálvað hús, so ert tú grønur og fært mvg frítøku.

Battarí eru serliga dálkandi og skulu av somu orsøk í serligar posar og ikki saman við øðrum húsarhaldsburturkasti.

Ótrúligt at stór bilbattarí, sum hava eina ivasama framleiðslu, og sum í Føroyum í stóran mun vera lødd av tungolju, og aðrastaðni í heiminum í stóran mun av koli, hava klárað at fingið eitt “grønt” stempul, tá tað í nógvum førum er alt annað enn grønt.

Olju allergi

Olja er tíverri vorðin fý, í stóran mun av órøttum.

Vit hava nógv fólk í Føroyum, sum liva beinleiðis av oljuvinnuni.

Og hóast olja ikki er varandi orka, so er framvegis ríkiligt til. Infrastruktururin er góður, og olja er lutfalsliga bílig og kann lyfta og hevur lyft stóran part av heiminum úr fátækdømi.

Tað er gott, at vit nú menna vindmegi, men eitt alternativ til olju verður hetta ikki næstu nógvu árini. Og hví skulu vit í Føroyum sleppa allari vitan og arbeiðsplássum á hesum økinum?

Olja er ein av mest effektivu orkuni vit hava. Tað fæst munandi meir orka úr olju enn eitt nú úr koli.

Og tann heilt stóri munurin í mun til flestu "renewables" er, at olja kann goymast og brúkast eftir tørvi. Og hon kann goymast og flytast til fjarskotin øki, soleiðis at stórt sæð øll í heiminum hava møguleika at fáa ágóðan av henni.

Olja og teknologi frá olju verður eisini nýtt til framleiðslu av útgerð og tøkni til sokallaða varandi orku.  Olja verður brúkt í 1000 tals framleiðslum, so sum  asfalt, sápa, máling, plastikk, gummi, klæðir og tekstil sum heild.

Olja er ikki ein spurningur um antin ella, heldur ein spurningur um at leggja afturat olju við "varandi orku". Veðurlagsaktivisma, sum nú er farin at gera um seg í Føroyum, er sera egoistisk, og ein vanvirðing fyri teimum mongu dugnaligu fólkum, sum arbeiða í oljuvinnuni, og eru við til at gera jørðina til eitt betri stað fyri tey nógvu.

Veðurlagsaktivistar hugsa helst lítið um, at internetdata brúkar líka nógva orku sum øll flogvinnan. Um tey veruliga vilja gera nakað við umhvørvið, so er at minka um alla nýtslu.

Hvat eiga vit at gera

Vit eiga ikki at lata okkum stýra av veðurlagsræðslu. Tað kemur tað einki gott burturúr.

Umhvørvið má ikki bert snúgva seg um CO2.

Vit kunnu gera nakað við umhvørvið men gera ov lítið, tí alt fokus er á veðurlag, sum vit helst ikki kunnu gera nógv við.

Vit skulu heldur fokusera uppá veruligu trupulleikarnar í heiminum. Stórur partur av heiminum hevur hvørki elektrisitet ella reint vatn. Bílig orka (olja) og handil millum lond kann lyfta stóran part av heiminum úr fátækradømi.

Eftirspurningurin eftir orku fer framvegis at økjast. Olja verður ein stabilur partur av okkara orku, og varandi orka skal byggjast afturat. Hetta er ikki ein spurningur um antin ella.

Vit eiga á ein skilagóðan hátt at flyta okkum yvir á varandi orku, soleiðis at vit ikki eru bundin av olju í framtíðini.

Ferð má setast á orkuskiftið. Tað gevur onga meining at elektrifisera okkara samfelag, um orkuframleiðslan er við tungolju. Forbrúkarin skal kunna velja sínar loysnir, og ikki tvingast umvegis frádráttir og skattaskipan.

Vit eiga ikki at skammast við okkara fiskiflota, sum veitir mat til stóran part av heiminum, hóast hetta krevur CO2 útlát. Tvørturímóti.

Íløga eigur at vera gjørd í landstreymsanlegg í føroyskum havnum, soleiðis at skip, sum nýta føroysku havnirnar regluliga kunnu liggja við sløktum motorum. Hetta gevur reinari luft og minni larm í nærumhvørvinum.

Heldur enn at geva mvg frítøku fyri elbilar og hitapumpur, kunnu vit umhugsa frítøku til húsabjálving."

 

Tórshavn 12.01.2021

Jens Meinhard Rasmussen