Innanlands

110 fólk til bókaframløgu um gróður í Havn

Uni Arge hevur skrivað bókina "Gróður í Havn"

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-10-24 09:49 Author image
Ari av Rana

 Listaskálin var í gjár karmur um framløgu av bókini "Gróður í Havn". Eini 110 fólk vóru til framløguna. Eftir framløguna var farið ein túr í plantasjuna. Uni Arge er rithøvundur og hevði sjálva framløguna, meðan Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, helt røðu, skrivar Tórshavnar kommuna.

 
Marin Katrina byrjaði við at siga, at hetta bókin var eitt arbeiði, sum Tórshavnar kommuna hevði bílagt.
 
- Tað er ein stór gleði fyri meg at síggja hesa vøkru bók og hetta stóra verk liggja liðugt. Hetta er ein tiltrongd útgáva, ið vit ikki longur kundu bíða við, og eri eg so sera fegin um at síggja úrslitið av samstarvinum millum høvundan og okkara sera dugnaliga og nærlagda býargartnara fest á blað.
 
- “Gróður í Havn” eitur bókin – men hvussu nógv vita vit í veruleikanum um gróður í Havn?

Les alla røðuna hjá Marin Katrinu Frýdal her.