Uttanlands

1500 í verkfalli í norsku frálandsvinnuni

Verkfall hevur tikið seg upp í norsku olju- og frálandsvinnuni. Tilsamans 1500 fólk eru í løtuni farin í verkfall

2018-07-16 13:55 Author image
Jan Müller

Verkfall hevur tikið seg upp í norsku olju- og frálandsvinnuni. Tilsamans 1500 fólk eru í løtuni farin í verkfall, og møguleiki er fyri, at hetta talið fer at vaksa komandi dagarnar, um ikki partarnir á arbeiðsmarknaðinum finna fram til eina semju um lønar- og pensiónsspurningar serstakliga.

Talan er um eitt stríð millum norska fakfelagið Safe og reiðarafelagið. Talan er fyri tað mesta um fólk, sum arbeiða á bori- og framleiðslupallum á norska landgrunninum. Umboð fyri Reiðarafelagið halda, at felagið hjá oljuarbeiðarunum, Safe ber seg ábyrgdarleyst at, tá tað leggur vinnuna lamna, tí tað eigur at hyggja at, hvussu trupul viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum hava verið  seinastu árini, har mong arbeiðspláss eru mist.