Uttanlands

50 ár síðani fyrsta lønandi oljufundið í Norra

Í dag eru júst 50 ár liðin, síðani fyrsta lønandi oljufundið, Ekofisk, varð gjørt á norska landgrunninum

2019-10-14 15:58 Author image
Jan Müller

[object Object]

Tað var amerikanska oljufelagið Phillips Petroleum, sum fann risastóru oljukelduna, ið framhaldandi framleiðir olju og gass í stórum nøgdum. Síðani tá eru tíggjutals fyri ikki at siga hundraðtals olju- og gassfund gjørd á norska landgrunninum. Olju- og gassframleiðslan hava øll hesi árini havt alstóran týdning fyri norska samfelagið, her bæði inntøkur til landskassan og arbeiðspláss, eisini í avleiddum vinnum.

[object Object]

Í sambandi við hetta týðandi hátíðarhaldið verður skipað fyri seminari í Stavanger 11. og 12. desember undir heitinum:

“En 50 år gammel næring: Hva har vi lært så langt? Hvordan kan vi føre erfaringene videre?”

Seminarið verður á Atlantic Hotel í Stavanger og verður sett av Bente Nyland, stjóri í norska oljudirektoratinum.

Tað er samstarvsfelagsskapurin FORCE, sum skipar fyri.

Sí her skránna:

https://www.npd.no/globalassets/2-force/events/2019/20191211-12-fifty-years-seminar/agenda-11.10.2019.pdf/

Sí umsóknarblað her:

https://force.registrationsystem.com/fifty-years-since-the-first-commercial-discovery

[object Object]