Uttanlands

90 dollarar fyri oljutunnu sannlíkari enn 40

Flestu metingar siga, at oljuprísurin fer at halda fram at hækka heldur enn at lækka aftur

2019-01-29 16:06 Author image
Jan Müller

Tað fer ikki dagur, at greinarar gera nýggjar metingar av framtíðar oljuprísinum. Og hesar metingar byggja á so nógv og ymisk parametur, at ein kann siga, at framtíðar oljuprísurin kann fara báðar vegir, alt eftir framleiðslu og eftirspurningi, búskapargongdini í heiminum, kríggi og óvissum á heimsmarknaðinum osfr. Seinasta hendingin, sum kortini ikki enn hevur ávirkað oljuprísin stórvegis, er avgerðin hjá USA at boykoytta almenna oljufelagið í Venzuela, ið selur stóran part av síni olju til USA.

 

Sannlíkindi eru annars fyri, at oljuprísurin fer at liggja um 90 dollarar fyri tunnuna heldur enn at lækka til 40 dollarar. Tað sigur Majid Jafar, stjóri í Cresent Petroleum. Hann heldur, at USA og Kina fara at gera eina handilsavtalu, sum fer at ávirka heimsbúskapin rætta vegin og harvið eisini oljuprísin. Hann heldur tó, at oljuprísurin í eina tíð enn fer at liggja millum verandi oljuprís uppá góðar 60 og 80 dollarar.

 

Ein annar greinari Wood Mackenzie, heldur oljuprísurin fer at liggja í meðal uppá 65 dollarar fyri tunnuna í 2029 og 68 dollarar í 2020. Fyrr í januar metti greinarin Fitch Solutions Macro Research, at oljuprísurin fer at liggja um 75 dollarar í meðal í 2019. Hann fer síðani at hækka til 82 dollarar í 2020, 84 dollarar í 2021 og 85 dollarar í 2022.

.