Uttanlands

90.000 oljustørv kunnu hvørva í Norra innan 10 ár

Lágir oljuprísir kunnu innan eitt tíggju ára skeið hava við sær, at nógv størv hvørva í norsku oljuvinnuni ger norska stjórnin greitt

2021-02-17 14:56 Author image
Jan Müller

Heldur gongdin í oljuvinnuni við lágum oljuprísum fram, kann tað hava við sær, at upp til 90.000 størv hvørva í norsku oljuvinnuni innan 10 ár sigur norska stjórnin í eini kunning til almenningin. 

Roknað verður við, at oljuvinnan fer at minka við 60% samanborið við støðið í 2018, um lága oljuprísstøðið heldur fram.

Høvuðsorsøkin er óvissan rundan um oljuprísin, skrivar Finansavisen. Blaðið byggir hesa metingina á ein oljuprís uppá 30 dollarar fyri tunnuna og ein gassprís uppá 3 dollarar.

Í løtuni er oljuprísurin nærum 64 dollarar fyri tunnuna, tvs. tvífalt so stóru sum umrøddu metingar byggja á. Norski fíggjarmálaráðharrin sær ikki nakra ræðumynd fyri sær, tá umrøddu tøl fyri mist størv í oljuvinnuni verða nevnd. Hann heldur nevniliga, at til ber at finna onnur størv til oljufólkini í øðrum vinnum, eitt nú grønum vinnum. Fólkini hava longu tann neyðuga førleikan til at kunna skifta frá oljuvinnu til aðra orkuvinnu heldur  Jan Tore Sanner, figgjarmálaráðharri og vísir á støðuna frá 2014 til 16, tá oljuprísurin kavaði og hevði við sær, at 50.000 norðmenn í oljuvinnuni mistu arbeiðið.