Uttanlands

Neilig boring á Atlantsmóti

Warwick brunnurin ikki lønandi men nú verða tveir brunnar boraðir aftrat í sama øki

Transocean Leader fer nú at bora tveir brunnar aftrat á Warwick leiðini har suðuri á Atlantsmótinum

Transocean Leader fer nú at bora tveir brunnar aftrat á Warwick leiðini har suðuri á Atlantsmótinum

2019-07-01 16:38 Author image
Jan Müller

 [object Object]

Warwick liggur í sama umhvørvi sum eitt nú Lancaster, ið fór undir framleiðslu herfyri. Nú verður farið at bora tveir brunnar aftrat, ein á Lincolm kelduni, sum eisini verður mett at goyma nógva olju.

 

Herfyri frættu vit um tveir leitibrunnar í økinum vestan fyri Hetland, sum ikki góvu tað úrslit vónað varð. Nú kunnger oljufelagið Hurricane Energy, at ein brunnur á Warwick oljuleiðini har suðuri á Atlantsmótinum vísir seg ikki at vera lønandi, “non commercial”, sum tikið verður til.

Talan er um brunnin Warwick Deep, sum liggur í tí sonevnda "Greater Warwick Area", ið fevnir um fleiri leitimið og fund. Hesi liggja nærhendis Lancaster oljukelduni, sum fór undir framleiðslu fyri stuttum. Talan er um eitt nýtt slag av framleiðslu, sum fer eftir olju í jarðfrøðiligum grannit-løgum, ið verður nevnd “fractured basement”. Hetta slagið av oljuframleiðslu er ikki áður roynt á Atlantsmótinum, og tí hevur verið bíðað við spenningi eftir, at henda framleiðslan skuldi fara í gongd. Tað gjørdi hon so fyri stuttum á grannakelduni Lancaster, sum nú verður royndarkoyrd. Avgerandi er at fáa prógv um, at oljan rennur nóg væl og í nóg stórum nøgdum. Ætlanin var at knýta Warwick í Lancaster, sum skal virka sum ein “hubbur” fyri hetta økið, ið eisini fevnir um aðrar keldur og leitimið so sum Lincoln, Tyhoon, Halifax, Strathmore og Whirlwind.

[object Object]

Keldurnar og leitimiðini Lancaster, Halifax, Whirlewind, Warwick, Lincoln, Strathmore og Typhoon liggja allar sunnan fyri stóru framleiðandi oljuleiðirnar Foinaven og Schiehallion, ið liggja væl nærri føroyska markinum.

Hóast Warwick ikki vísti seg at vera lønandi, so verður ikki steðgað á her, tí talan er um eina størri boriverkætlan við trimum brunnum. Transocean Leader pallurin fer nú undir at bora næsta brunnin á Lincoln kelduni, sum liggur nærhendis. Mett hevur verið at Warwick, Lincoln og aðrar keldur í økinum kunnu goyma upp til 2 mia. tunnur av olju. Nú Warwick brunnurin er typtur aftur, so verður varpað ljós á hinar boringarnar. Verða tær væleydnaðar, er ætlanin at knýta tær í Lancaster kelduna, sum í løtuni framleiðir olju til eitt framleiðsluskip á staðnum.

Upprunaliga var tað oljufelagið Hurricane Energy, sum átti tey flestu loyvinum í hesum økinum. Síðani hevur tað selt ein part til Spirit Energy, sum fíggjar teir triggjar umrøddu brunnarnar sum part av keypinum.

Neyvan ávirkan á føroyska leiting

Ein spurningur, sum uttan iva tekur seg upp her heima á klettunum, nú føroysk oljuleiting aftur er á skránni, er í hvønn mun ein ikki lønandi boring sum henda seinasta kann ávirka áhugan fyri leiting í føroyska økinum.

Ein kann sjálvandi ímynda sær, at reint "psykologiskt" kann hon draga skeiva vegin, men vitandi, at ikki allir brunnar geva væntaða úrslitið, so er hesin bara ein av mongum, sum ikki eydnast. Harfyri eru aðrir, sum hava eydnast væl upp gjøgnum árini, og sum í dag eru grundarlagið undir fleiri av teimum stóru olju- og gasskeldunum millum Hetland og Føroyar, sum framleiða stórar nøgdir hvønn dag.

Heldur ikki skulu vit gloyma, at her er talan um eina oljuleið, ið liggur langt frá teimum leiðum nær Føroyum, har oljufeløg hava funnið og vóna at finna meira olju og gass. Atlantsmótið er sum so eisini risastórt, og tí vilja tað koma bæði hepnar og minni hepnar boringar í framtíðini. Økið er kortini mett at vera eitt av teimum mest áhugaverdu á bretska landgrunninum og sum kemur at standa fyri størsta partinum av olju- og gassinntøkunum hjá Bretlandi komandi árini. Leiting og útbyggingar fara tí framhaldandi at vera partur av menningini á Atlantsmótinum, og tað vil helst eisini siga økinum við Føroyar.