Uttanlands

Altjóða oljufeløgini stór tap í 2020

Korona, lágur eftirspurningur og lágur oljuprísur eru orsøkirnar til, at flestu av altjóða oljufeløgunum nú kunngera, at tey hava havt stór tap í farna ári

Nýggi stjórin í Equinor samtakinum neyvan fegin um seinasta úrslitið hjá felagnum

Nýggi stjórin í Equinor samtakinum neyvan fegin um seinasta úrslitið hjá felagnum

2021-02-10 23:30 Author image
Jan Müller

Nú roknskapirnir hjá stóru altjóða oljufeløgunum fyri 2020 gerast almennir, sæst, at tey flestu teirra hava havt stór tap í farna ári, ikki minst í seinasta ársfjórðingi. ExxonMobil hevði eitt tap uppá 22 mia. dollarar, BP eitt tap uppá 18,1 mia. dollarar og Chevron uppá 5,5 mia. dollarar.

Og taka vit so eitt av okkara meira heimligu oljufeløgunum, norska Equinor, so hevði tað eitt tap í fjør uppá 5,1 mia. kr.  Hetta er størsta tapið eitt einstakt ár hjá norska felagnum nakrantíð. 

Og í øllum hesum er orsøkin tann sama: korona og minkandi eftirspurningur og prísur. 

Hóast vaksinur ímóti korona gerast alt meira vanligar, og fleiri og fleiri verða vaksinerað, so eru útlitini ikki tey bestu, nú fleiri nýggir variantar av korona gera um seg.