Uttanlands

Altjóða oljumessan ONS í Stavanger avlýst

Nú rakar koronasmittan eisini altjóða oljumessuna ONS í ár. Føroyar hava trúliga luttikið á messuni í mong ár, sum nú verður avlýst

Frá føroysku luttøkuni á ONS nøkur ár herfyri. Fv. Poul Michelsen, landsstýrismaður, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi. Mynd Jan Müller

Frá føroysku luttøkuni á ONS nøkur ár herfyri. Fv. Poul Michelsen, landsstýrismaður, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi. Mynd Jan Müller

2020-04-26 13:39 Author image
Jan Müller

[object Object]

Føroyskur básur á ONS við liðini á danska Maersk Drilling básinum. Mynd Jan Müller

So komu koronaboðini frá ONS, eini av heimsins størstu oljumessum.

Avgerðin hjá norsku stjórnini at forbjóða tiltøkum við meira enn 500 fólkum verður longd til 1. september vegna koronasmittuna. Ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at einki ONS verður í Stavanger í 2020.

Tað boðar leiðslan í felagnum frá í morgun. Vanliga vitja eini 70.000 fólk úr 100 londum ONS messuna, sum skuldi vera hildin um mánaðarskiftið august-september. Umleið 1200 oljuvinnufyritøkur plaga at luttaka. Eisini hýsir tiltakið hópin av framløgum frá kendum vinnulívsfólkum og politikarum.

[object Object]

Tær prýða føroyska básin á ONS í Stavanger

Leif Johan Sevland, fyrrverandi borgarstjóri í Stavanger og í dag stjóri fyri ONS Foundation sigur seg vera vónsviknan av at skula avlýsa tiltakið, sum hevur so stóran týdning fyri mong fólk og fyri oljuvinnuna sum heild. Men trygdin og heilsan hjá hvørjum einstøkum kemur í fyrstu røð, og tí verður eingin messa í ár.

ONS verður hildið annaðhvørt ár, og tí verður næsta messan ikki fyrr enn í 2022. Enn ein stór oljumessa í Evropa verður í Aberdeen næsta ár.

Føroyar hava í mong ár luttikið á ONS við egnum landabási og ikki minst við luttøku á bryggjuni í Stavanger við tjaldi umboðandi føroyska list og tónleik og sluppini Westward Ho. Tó hava vit ikki luttikið har seinastu ferðirnar.

[object Object]

Sluppin Westward Ho, sum hevur sett sín serstaka dám á ONS festivalin í mong ár. Mynd Jan Müller

ONS varð fyrstu ferð hildið í 1974, tá verulig gongd kom á oljuvinnuna. Føroyar luttóku fyri fyrstu ferð í 1992. Í sambandi við føroyska luttøku á ONS hava landsstýrismenn í oljumálum oftani verið partur av føroyska ferðalagnum.

Ein kann siga, at luttøka á ONS hevur knýtt og ment sambond millum føroyskar fyritøkur, havnir og myndugleikar og hevur verið góður íblástur hjá veitaravinnuni í Føroyum, sum longu tíðliga ynskti at vera partur av hesi ídnaðarmenningini. Eisini hevur messan verið góður pallur hjá Føroyum at marknaðarføra oljuleiting við Føroyar. Leitingin, sum byrjaði í 2001 og helt fram til 2013/14, setti nógvar ringar í sjógvin. Hon var við til at altjóðagera føroyska vinnu sum heild og skaffa nógv nýggj arbeiðspláss og inntøkur til landskassan.

Í kjalarvørrinum á ONS luttøkunum hava vit fingið bæði PAM, Faroe Offshore, Thor, Tor og Skansi fyri bert at nevna nakrar av fyritøkunum, sum framvegis eru virknar.

 

J[object Object]

ONS hevur oftani knýtt bond millum politikarar og vinnulívsfólk. Her Kai Leo Johannessen, løgmaður og Johan Dahl, oljuráðharri saman við Helge Lund, stjóri í Statoil og Rúna M. Hansen, stjóri í Statoil Føroyar og leiðari fyri Arktis hjá Statoil í Norra. Mynd Jan Müller