Uttanlands

Altjóða orkustovnur um oljuprís: ávarar móti ov stórum bjartskygni

Alt ov tíðliga at spáa um oljuprís uppá 80-100 dollarar. Stórar hækkingar neyvan fyrr enn í 2023 sigur IEA

2021-03-20 15:10 Author image
Jan Müller

Oljuprísurin er hækkaður óvanliga nógv seinastu mánaðirnar, og eitt skifti var hann 75 dollarar. Til sammetingar var hann niðanfyri 20 dollarar fyri góðum ári síðani. Summir greinarar hava so eisini spátt um ein oljuprís uppá 80 dollarar og entá 100 dollarar, tá koronasóttin er av.

Nú ávarar altjóða orkustovnurin IEA um ikki at vera alt ov bjartskygd um so stórar framtíðar hækkingar í oljuprísinum, ið summi spáa um.

Hetta stendur at lesa í seinastu árligu frágreiðingini frá stovninum. Og longu dagin eftir, at frágreiðingin kom út, kavaði oljuprísurin við nærum 8% fyri síðani at hækka nakað aftur. Hann er í løtuni umleið 64 dollarar fyri tunnuna. Ein høvuðsorsøkin til bráddligu lækkingina er vaksandi talið av koronaraktum seinastu dagarnar í fleiri londum eins og minkandi ferðin á vaksineringum, umframt ivan, sum hevur tikið seg upp um Astra Zenica vaksinuna. Ein vaksandi dollari hevur so eisini havt negativa ávirkan á oljuprísin skrivar Bloomberg. Væntað hevur verið, at eftirspurningurin eftir olju fór at vaksa longu tíðliga í ár, men koronastøðan tykist forða fyri hesi gongdini, eitt nú í Evropa, har nýggjar bylgjur av korona vísa seg í fleiri londum so sum Italia. Lond sum Brasilia er eisini sera hart rakt av korona í løtuni. 


Altjóða miðlar gera nógv burtur úr ávaringunum hjá IEA, um ikki at síggja alt ov bjart uppá ein væl hægri oljuprís í bræði. Stovnurin metir ikki, at grundarlag verður fyri størri príshækkingum fyrr enn í 2023. Hóast lækkandi oljuprís seinastu dagarnar, so er tað kortini ein sannroynd, at prísurin er hækkaður við 20% í hesum árinum. 

IEA sigur í frágreiðingini, at hóast vit síggja vøkstur lokalt kring heimin, so fer altjóða eftirspurningurin eftir olju neyvan at vaksa munandi aftur fyrr enn um eini tvey ár. Og hóast tørvur verður á olju í mong tíggjuár aftrat, so metir IEA ikki, at eftirspurningurin fer at røkka tí støði hann var undan korona. Her kemur so grøna skiftið inn í myndina eisini.

IEA metir, at framleiðslan eftir korona fer at vera 101 mió. tunnur um dagin sammett við umleið 100 mió. undan korona. Orkustovnurin sigur víðari í árligu frágreiðingini, at korona fer uttan iva at seta síni fingramerki á víðari gongdina í heiminum, eitt nú fara fleiri og fleiri í framtíðini at arbeiða heimanífrá. Tað fer at minka um tørvin á flutningi og harvið eisini olju. Aftrat hesum koma eisini tiltøk fyri at steðga veðurlagsbroytingum, sum so aftur fara at raka olju- og gassframleiðsluna.

Efirspurningurin eftir olju miðskeiðis í hesi øldini fer at vera 2,5 mió. tunnur lægri, enn stovnurin metti í fjør. Efirspurningurin verður 104.1 mió. tunnur um dagin í 2026. Asia fer at standa fyri 80% av vøkstrinum, ikki minst orsakað av komandi vøkstrinum í flogferðsluni. Men menningin av nýggjum brennievni so sum el fer sum frálíðir at ávirka flogferðsluna.  Gastørvurin kom helst í hæddina í fjør sigur IEA víðari. 

Í niðurstøðu síni sigur IEA, at tað er neyvan hugsandi, at eftirspurningurin eftir olju fer at koma upp á sama støði sum undan koronu. “There may be no return to ‘normal’ for the oil market in the post-Covid era,” skrivar IEA. 

Orkustovnurin sigur víðari í sínum metingum, at tað verða londini í OPEC, sum komandi árini fara at standa seg best í kappingini, nú tey longu hava gingið við til at skerja egna framleiðslu. Taparin, heldur IEA, verður skiferídnaðurin í USA í hvussu er uppa stytri sikt. Sohvørt nýtslan fer at vaksa aftur fara Opec londini at økja aftur framleiðsluna, sum tey annars hava avmarkað síðani 2020. Sostætt fer eftirspurningurin eftir Opec olju at vaksa úr 27,3 mió. tunnum til 30,8 mió. tunnur um dagin í 2026. IEA sær eisini fyri sær, at eftirspurningurin eftir Opec+ oljuni kann vaksa enn meira, um USA varðveitir sínar sanktiónir móti Iran. IEA kemur eisini inn á íløgurnar í framtíðar oljuframleiðslu, sum longu eru minkaðar við 30% vegna lága oljuprísin. Hesar koma neyvan fyri seg aftur fyrr enn í 2021.