Uttanlands

Amerikanski forsetin á odda fyri veðurlagsfundi

Í dag og í morgin verður altjóða veðurlagsfundur millum 40 heimsleiðarar, við amerikanska forsetanum Joe Biden sum stigtakara.

Biden kallað 40 stjórnarleiðarar til fund at umrøða veðurlagið. Mynd Politiken.

Biden kallað 40 stjórnarleiðarar til fund at umrøða veðurlagið. Mynd Politiken.

2021-04-22 12:19 Author image
Jan Müller

Fundurin verður á alnótini og kemur í kjalarvørrinum á teimum mongu broytingunum, sum Biden hevur tikið stig til, eftir at hann vann forsetavalið í USA móti táverandi forsetanum Trump. Hesin tók USA úr Parísavtaluni, sum Biden so broytti, tá hann tók við. Tað er í hesum ljósinum vit skulu síggja fundin í dag, har Biden longu hevur boðað frá, at hann fer at koma við nýggjum útspæli um veðurlagspolitikkin, sum helst hevur við sær, at USA fer at seta í verk uppaftur strangari krøv í sambandi við CO2 útlátið.

Fundurin ber heitið: “Leaders Summit on Climate” og verður hann stroymdur til almenningin. Fundurin fer m.a. at viðgera búskaparligu fyrimunirnar við at taka veðurlagsbroytingar í størri álvara.

Fundurin er eisini ein áminning um ta stóru ST veðurlagsráðstevnuna, sum verður í Glasgow í november, COP26. Millum teir 40 stjórnarleiðararnar, sum eru bodnir við til fundin í dag, er eisini danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen. Hon sigur við Politiken, at tað er ómetaliga týdningarmikið fyri allan veðurlagspolitikkin, at amerikanski forsetin setir seg á odda, tí tað fer at merkja gongdina.

Seinastu seks árini hava verið tey heitastu á jørðini nakrantíð og setir CO2 útlátið met seinasta árið.