Uttanlands

Amerikanski ráoljuprísurin ongantíð so lágur

Fyri fyrstu ferð síðani 80-árini er prísurin fyri amerikanska ráolju vorðin negativur

2020-04-21 11:27 Author image
Jan Müller

Seint í gjár hendi so tað, sum ikki er hent áður: prísurin á amerikanskari WTI ráolju gjørdist negativur eftir at verða fallin við meira enn 100 prosentum. Ongantíð áður hevur prísurin á ráoljuni í USA verið so lágur sambært søguligum data frá amerikanska orkustovninum, sum byrjaðu í 1983. Í gjárkvøldið var prísurin negativur við 18,65 dollarum fyri tunnuna. Seinast í januar var prísurin 62 dollarar fyri tunnuna, men koronakreppan hevur fingið prísin at kava í botn. Eisini prísurin á norðsjóvaroljuni (Brent) er fallin nógv og var hann eitt skifti í gjár niðanfyri 26 dollarar fyri tunnuna. Tað er ein lækking uppá nærum 9%.

Tað, sum hevur trýst WTI oljuna í botn eru goymslurnar, sum eru um at vera fullar. Prísurin roynir at fáa framleiðararnar til at gevast við framleiðsluni, tí so mikið stór ójavnvág er millum nýtslu og framleiðslu. Hetta sigur rávørugreinarin Bjarne Schieldrop frá stovninum SEB sambært E24 heimasíðuni. Ein orsøkin til stóra munin í prísbroytingunum í USA (WTI) og so í Evropa (Brent) er eisini mátin sølusáttmálarnir eru skrúvaðir saman.

Støðan hjá amerikonsku skiferframleiðarunum er ikki sørt desperat og verður alt gjørt fyri at minka um oljuframleiðsluna í USA fyri at fáa javnvág aftur á marknaðinum. Men henda minking kann so eisini vera grundarlagið fyri hægri prísum í framtíðini siga greinarnar, sum eisini halda, at bara skerjing í oljuframleiðsluni í longri tíð kann fáa prísin at hækka aftur. Og tað ljóðar, at bæði Opec og Russland eru sinnað til at økja um skerjingarnar enn meira eftir søguligu høgu lækkingina av framleiðsluni herfyri.