Innanlands

Anja afturvald til forkvinnu í Oljuvinnufelag

Oljuvinnufelagið fegnast um uppskot til fimtu útbjóðing og samstarvi við bretar

Anja afturvald sum forkvinna í Oljuvinnufelag. Vm. Jórun Gardar, skrivari

Anja afturvald sum forkvinna í Oljuvinnufelag. Vm. Jórun Gardar, skrivari

2019-04-29 21:55 Author image
Jan Müller

 

Mikudagin 24. apríl hevði Oljuvinnufelagið aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Anja Jacobsen, Eli Lassen og Leif Hovgaard. Tey tóku øll við afturvali og vóru vald. Í nevndini í Oljuvinnufelagnum sita sostatt: Anja Jacobsen, Eli Lassen, Leif Hovgaard, Frimodt Rasmussen og Christian Danielsen. Nevndin hevur skipað seg við Anju sum forkvinnu, og Eli sum næstformanni skrivar Oljuvinnufelagið á heimasíðu síni.

 

Her er brot úr ársfrásøgn felagsins:

 

Nýtt útbjóðingarumfar til oljuleiting í 2019

Í februar 2019 var lógin um 5. útbjóðingarumfar sent Oljuvinnufelagnum til hoyring. Oljuvinnufelagið fegnaðist um, at farið verður undir fimta útbjóðingarumfar, og at hetta verður gjørt samstundis sum 32. útbjóðingarumfar verður á bretska økinum. Á henda hátt er møguligt, at áhugin fyri føroyska økinum verður størri, um feløg kunnu bjóða uppá økir báðumegin markið.

 
Marknaðarføra føroyskar veitarar

Seinastu árini hevur Oljuvinnufelagið arbeitt miðvíst við tiltøkum, sum staðseta Føroyar sum ein tænastudepil fyri frálandavinnuna og skipaferðslu, sum siglir framvið á okkara leiðum.

Føroyskar tænastuveitingar til sjóvinnu eru á høgum støði og stendur mát við somu tænastur í okkara grannalondum. Vit hava, umvegis boringarnar í Føroyum og vitjanini hjá West Hercules, prógvað, at føroyskar sjóvinnuveitingar eru væl og virðiliga kappingarførar á altjóða stigi.

 

Framløga á Arctic Hub í Føroyum

Oljuvinnufelagið luttók á Arctic Hub í Norðurlandahúsinum 8. og 9. mai 2018. Vegna Oljuvinnufelagið hevði Jórun Gardar eina framløgu um virksemi hjá limum felagsins og um Føroyar, sum maritiman tænastudepil.

 

Heimleiðisfundur: Kolvetnisleiting í Føroyum

Í sambandi við fjórða útbjóðingarumfar, bjóðaði Oljuvinnufelagið til ein fund, har sjóneykan varð vend inneftir og umrøtt var, hvat vinnan og myndugleikar kunnu læra av okkara royndum.

Mikael Gren, Operations Director hjá Seadrill í Miðeystri, legði fram um oljuvirksemi í altjóða høpi og um Føroyar sum leitiøki.

Endamálið var at fáa í lag eitt orðaskifti um tær avbjóðingar, sum ein komandi føroysk oljuvinna hevur, og samstundis at líta frameftir og viðgera møguleikarnar á føroyska økinum.

Við hesum tiltakið setti nevndin í Oljuvinnufelagnum leiting á føroyskum øki á dagskránna og fekk eitt orðaskifti millum teir partar, sum fáast við oljuvinnu í Føroyum.

 

Samstarv við lesandi á Glasir

Felagið fekk umsókn frá lesandi á Glasir, sum lesa Marknaðarførslubúskap, um eitt samstarv.

 

Samstarvið innibar, at tey lesandi fingu eina uppgávu at loysa fyri Oljuvinnufelagið. Uppgávan var at gera eina marknaðarføringsætlan fyri Oljuvinnufelagið í mun til maritimar tænastur, og lýsast skuldi m.a. kappingarneytar, forðingar fyri felagið og eisini at gera tekstir til heimasíðuna.

Tey lesandi løgdu síðani uppgavurnar fram fyri nevndina.

 

Vinuferð til Føroya

Í samstarv við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið var farið undir at samskipa eina vinnuferð til Føroya. Vitjanin var fyri bretskum feløgum, sum arbeiða vestanfyri Hetland, og endamálið var at kunna um og vísa á møguleikar í Føroyum.

 

Vitjanin hevði tvey høvuðsendamál:

-    Varpa ljós á 5. útbjóðingarumfar á føroyska økinum
-    Kunna um føroyskar veitarar av maritimum tænastum

 

Innbjóðingar vóru sendar til áleið 40 fólk, men tíverri vóru ov fá sum meldaðu til hesarferð. Tí var avgjørt, at vitjanin verður flutt til komandi vár. Tá er 5. umfar væntandi latið upp, og innbjóðingarnar kunnu sendast í góðari tíð.

 
Virksemi annars

Oljuvinnufelagið hevur ábyrgdina av at samskipa føroyska landabásin á Offshore Northern Seas í Stavanger og Offshore Europe í Aberdeen.

Offshore Europe 2019: Lítil áhugi tykist at verða millum føroyskar fyritøkur fyri at luttaka á OE 2019. Endaliga støða er tó ikki tikin enn, hvørt føroyskur básur verður á messuni, men mest sannlíkt er tó, at ongin samskipað føroysk luttøka verður á hesum sinni.