Uttanlands

AP Møller-Mærsk vil skunda undir grøna orkuskiftið

Hjá heimsins størsta konteynarareiðaríi taka tey seinastu veðurlagsfrágreiðingina frá ST-nevnd í størsta álvara

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-08-16 22:04 Author image
Jan Müller

Nú um dagarnar gav veðurlagsnevndin undir ST, IPCC, út nýggja frágreiðing um veðurlagið og veðurlagsbroytingar í heiminum. Har verður mælt til beinanvegin at seta í verk tiltøk til tess at minka um CO2 útlátið, nú broytingarnar í veðurlagnum gerast meira og meira sjónligar og týttari  við eldibrandum, ódnum, yvirflóð oø. Staðfest verður, at veðurlagsbroytingar eisini í stóran mun eru mannaskaptar,  og til tess at steðga skeivu gongdini eiga øll heimsins lond at gera nakað ítøkiligt við at gera lyftini frá Parísavtaluni frá 2015 til veruleika.

Millum fyritøkurnar, sum taka seinastu ST frágreiðingina í størsta álvara, er danska risafyritøkan og heimsins størsta konteynarareiðarí, A.P. Møller-Mærsk.

- Niðurstøðurnar í ST frágreiðingini vísa týðiliga, at tað hevur skund at fremja  ítøkilig tiltøk, og hetta vilja eisini vit taka til okkum, sigur stjórin Søren Skou við Børsen. Hann heldur, at avgerðin at gerast veðurlagsneutral í 2050 eigur at verða raðfest hægri. Hann viðgongur, at sum størsta fyritøkan av sínum slag so hevur A.P.Møller-Mærsk eisini sína ábyrgd av støðuni. Mærsk brúkar hvørt ár 90 mió. tunnur av olju til tey 731 skipini í flotanum. Hetta svarar til samlaðu framleiðsluna í heiminum í ein dag. Samanlangt stendur  shippingídnaðurin fyri 3 prosentum av samlaða CO2 útlátinum í heiminum.

Sambært Børsen gongur tað sera seint hjá hesi vinnuni at leggja um til grøna orkuskiftið. Hetta kemst m.a. av at skipini hava sera langa livitíð. Men arbeitt verður við at finna nýggjar alternativar orkuhættir til rakstur av skipum og gera framtíðar skip meira burðardygg.  Tað hevur  eisini verið torført at fáa shippingvinnuna kring heimin at standa saman um eitt felags mál, og hetta sæst best aftur í ósemjum í altjóða maritima felagsskapinum IMO. Limirnir í IMO haa annars bundið seg til at minka útlátið við eini helvt um 30 ár.

Danski stjórin í Mærsk viðgongur, at shippingvinnan er partur av trupulleikanum men vísir á, at nettupp ti at henda vinna brúkar so nógva olju, er hon eisini ein partur av loysnini. Hann sigur, at uppgávan hjá fyritøkum í dag er ikki einans at forvinna pening.

- Við gongdini í heiminum er tað okkara uppgáva umframt at verða burðardygg eisini at tæna samfelagnum vit eru partur av uppá skilabesta hátt, og her eiga vit so eisini at ganga á odda at steðga veðurlagsbroytingunum við eitt nú at granska í nýggjari tøkni, ið kann finna nýggj brennievni, sum kunnu avloysa olju. Men hetta er ein uppgáva, sum tekur tíð.

Mærsk er í løtuni við at byggja sítt fyrsta skip, sum verður útlátsfrítt. Tað verður klárt í 2023.

Søren Skou vísir aftur atfinningunum um, at Mærsk ikki hevur gjørt nóg mikið til at minka um útlátið. Hann viðgongur, at 117 ára gamla danska fyritøkan gjøgnum øll árini hevur verið ein stórbrúkari av olju bæði á landi, sjógvi og í luftini men  heldur tess virksemi hevur havt stóran týdning fyri bæði Danmark og heimin annars.