Innanlands

Atlantic Fair útsett til 2022 vegna korona

Altjóða maritima messan "Atlantic Fair 2021", sum skuldi vera í mai, er útsett og verður ístaðin frá 17. til 19. mai 2022

2021-01-06 13:44 Author image
Jan Müller

Annaðhvørt ár hevur stóra maritima vinnutiltakið “Atlantic Fair” verið hildið í føroyska fiskivinnuhøvuðsstaðnum Klaksvík. Við tí stóru óvissuni, sum er í løtuni í sambandi við koronasmittuna, hava fyrireikararnir av  "Atlantic Fair 2021" avgjørt at útseta messuna í eitt ár til í 2022. Hon var annars lýst til at verða í døgunum frá 18. til 20. mai í ár. Nú er tiltakið sett til at vera frá 17. til 19. mai í 2022. 

Undirtøkan higartil hevur annars verið góð, nú umleið 90% av messuøkinum var umbiðið, áðrenn korona av álvara gjørdi um seg kring heimin.  Hóast útlitini fyri koppseting eru munandi bjartari,  so hava seinastu nýggju bylgjurnar av koronasóttini skapt so mikið stóra óvissu, at tað er ikki ráðiligt at halda fram við fyrireikingini í ár. Framsýnararnir nýta nógva tíð og orku uppá tiltakið, og er tað tí umráðandi, at umstøðurnar eru optimalar. 

Roknast má eisini við, at tað helst framhaldandi verða avmarkingar fyri, hvussu mong kunnu møtast á eini messu sum hesari. Tá hon varð hildin seinast í 2019 vóru 4.300 vitjandi. Av teimum vóru 15% úr útheiminum. Óvissa er so eisini um, nær mørkini millum lond verða latin uppaftur. 

Áki í Skemmuni, sum stendur fyri messuni, sigur, at tað er altavgerandi, at framsýnarar og vitjandi kenna seg í einum tryggum umhvørvi, og at messan ikki er við til at spjaða smittuna í Føroyum. 

Við teimum avmarkingum, sum eru í løtuni bæði her heima og burturi, er ikki møguligt at gjøgnumføra eina slíka messsu, og hvussu støðan verður í mai er ikki gott at vita. Vit leggja tó aftur til brots í mai næsta ár, sigur fyriskiparin av "Atlantic Fair 2022".