Uttanlands

Atlantic Petroleum avlistast í Norra

Høvuðslistingin verður framhaldandi í Keypmannahavn

2020-01-30 12:30 Author image
Jan Müller

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur søkt um at verða avlistað í Norra, har felagið hevur eina sekunderaða listing. Høvuðslistingin er í Keypmannahavn, og har verður eingin broyting.

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at handilin í Oslo er sera avmarkaður og til ber hjá partaeigarum á børsinum í Oslo at keypa og selja partabrøv í Keypmannahavn.