Uttanlands

Atlantic Petroleum: Ósemja um oljuframleiðslu

Atlantic Petroleum vil ikki góðtaka uppgerðina av framleiðsluni hjá felagnum Decipher úr Orlando feltinum og vil hava serfrøðing uppí málið

2020-09-13 11:35 Author image
Jan Müller

[object Object]

Ein serfrøðingur skal nú meta um, hvør hevur rætt av teimum báðum oljufeløgunum, Atlantic Petroleum og Decipher Production Limited, í uppgerðini av framleiðsluni á Orlando oljukelduni í Norðsjónum.

Tað er Atlantic Petroleum, sum er skrásett á børsinum í Keypmannahavn, ið hevur kravt eina uttanhýsis meting av uppgerðini av framleiðsluni. Felagið er nevniliga ósamt við framleiðslufelagið Decipher um uppgerðina av sølu av olju frá Orlando.

Í 2017 seldi Atlantic Petroleum Orlando feltið til Decipher, men sambært avtaluni skal Atlantic Petroleum, eftir at framleiðslan hevur rokkið 50 mió. dollarum í bruttoinntøkum sambært søluavtaluni, móttaka 2% av inntøkunum av teimum fyrstu 5 mió. tunnunum, sum verða framleiddar, og síðani 4,35% av restini av inntøkunum.

Hjá Atlantic Petroleum halda tey, at Decipher hevur rokkið til tær fyrstu 50 mió. dollararnar, og tí hevur felagið nú rætt til leypandi gjaldið. Men tað er Decipher ósamt í skrivar Atlantic Petroleum í seinastu børsfrágreiðingini.

Sambært søluavtaluni fyri Orlando hevur Atlantic rætt til at fáa gjørt eina grannskoðan av framleiðslutølunum, men Decipher krevur undirskriving av trúnaðarklausulum fyri at lata sínar bøkur upp fyri Atlantic, hóast hetta ikki er sett sum eitt krav í søluavtaluni. Tí hevur Atlantic Petroleum nú sent út skriv, har tað sigur seg vera ósamt um framleiðsluuppgerðina, og tá partarnir ikki eru vornir samdir eftir 10 døgum, skal málið avgerast av einum serfrøðingi. Partarnir hava so møguleika at semjast fram til 21. september um, hvør serfrøðingurin skal vera.

Eydnast tað heldur ikki, skal formaðurin fyri "Institute of Chartered Accountants" peika út serfrøðingin. Avgerðin hjá hesum verður so bindandi fyri báðar partar skrivar Atlantic Petroleum.

Mark Højgaard, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur í eini viðmerking til málið, at tað er sera óvanligt, at eitt framleiðslufelag, sum arbeiðir í Norðsjónum, ikki vil góðtaka eina grannskoðan í sambandi við eina avtalu. Hann sigur, at tað hóvar teimum illa at taka víðari stig í málinum, sum er at fáa ein serfrøðing at koma við eini sjálvstøðugari meting, men heldur, at hetta er besti mátin at loysa upp fyri málinum, nú Decipher ikki vil ganga við til slíka.