Innanlands

Avmynda føroysk mineral og grótsløg 2020

"Sendið myndir inn av steinum úr føroysku náttúruni til Jarðfeingi", sigur stovnurin í sambandi við bókaverkætlan

2020-07-06 19:21 Author image
Jan Müller

[object Object]

Í sambandi við arbeiðið við nýggju bókini “Føroysk mineral og grótsløg” er Jarðfeingi í ferð við at savna inn myndir av mineralum og grótsløgum úr Føroyum. Hetta átakið er skipað sum ein myndakapping, har ið øll hava møguleika at senda inn myndir av gróti og mineralum, sum tey hava liggjandi stendur í tíðindaskrivi frá Jarðfeingi. Meira um hetta finst eisini á heimasíðuni jf.fo.

Tíðindaskriv frá Jarðfeingi:

"Kennir tú gleðina, tá tú kemur fram á eina vakra tinnu millum gráliga grótið í haganum? Ella spenningin, tá tú hyggur nærri og sært vakrar krystallar daga fram úr einum svørtum grótveggi?

Og hevur tú hug at deila tín áhuga fyri tinnum, krystallum og vøkrum dýrgripum úr føroysku náttúruni við vísindafólk á Jarðfeingi? So mást tú vera við í summar og senda myndir inn av steinum úr føroysku náttúruni til Jarðfeingi.

Kanska hevur tú tinnur og grót til pynt á hillini ella í kjallaranum? Tak myndir av teimum og send til Jarðfeingi.

Vit gleða okkum til at síggja so nógvar myndir sum tilber.

Vit samla myndirnar á Facebook og Instagram og velja út (saman við tær) nakrar myndir til nýggju bókina Føroysk mineral og grótsløg. Bókin er í gerð og verður prentað komandi ár.

Áhugaverdasta myndin fær virðisløn upp á 5.000 kr.

Lesi meira um átakið her: http://jf.fo/laer-um-jardfrodi/myndir-2020/