Uttanlands

Beinleiðis úr Føroyum á oljumessu í Norra

Hóast Føroyar ikki luttaka á oljumessuni ONS í ár, so er kortini møguleiki hjá føroyingum at vitja tiltakið

2018-08-13 20:29 Author image
Jan Müller

Hóast Føroyar fyri fyrstu ferð síðani 1992 ikki luttaka við egnum landabási á altjóða oljumessuni, ONS, í Stavanger, so verður kortini høvi hjá føroyingum at leita sær skjótt og lætt til tiltakið, sum verður í døgunum frá 27. til 30. august. Tað er fyritøkan 62N, sum bjóðar fram ein sokallaðan “ONS-pakka”, ið fevnir um ferðaseðil við Atlantic Airways millum Vágar og Stavanger umvegis Bergen og aftur umframt gistingarhús í norska oljubýnum í tríggjar nætur. Farið verður úr Vágum 27. august og heimaftur 30. august.

Oljan.fo skilur, at ymisk umboð fyri føroyskar veitarafyritøkur, sum vanliga plaga at vera partur av føroyska básinum, fara á ONS fyri at røkja og menna sambond og at síggja og hoyra tað nýggjasta innan oljuvinnuna. Fleiri føroyskar veitarafyritøkur selja sínar vørur og tænastur á norska marknaðinum, og nú vinnan er við at koma fyri seg aftur eftir prískreppuna, ið tók seg upp í 2014, er ONS aftur í fullari drift.

ONS er ein av heimsins størstu oljuframsýningum við luttøku av 28 oljufeløgum umframt hundraðtals veitarafyritøkum úr øllum heiminum. Ein týðandi partur av tiltakinum eru fyrilestrar, sum snúgva seg um orkuspurningar sum heild. Til messuna verða eisini ráðharrar úr nógvum londum umframt oddafólkini í olju- og gassvinnuni. Tað verður norski krúnprinsurin, sum fer at seta tiltakið.