Uttanlands

Biden við OPEC: Økið um oljuframleiðsluna

Amerikanski forsetin ber ótta fyri búskaparligu avleiðingunum í heiminum, um oljuprísurin heldur fram at hækka

Tað hevur stóran týdning fyri Biden forseta, at oljuprísurin ikki hækkar enn meira. Tí heitir hann á Opec um at økja um framleiðsluna.

Tað hevur stóran týdning fyri Biden forseta, at oljuprísurin ikki hækkar enn meira. Tí heitir hann á Opec um at økja um framleiðsluna.

2021-08-13 16:51 Author image
Jan Müller

Joe Biden, forseti í USA, hevur heitt á OPEC felagsskapin um at økja um oljuframleiðsluna til tess at forða fyri, at oljuprísurin hækkar enn meira. Hann ber ótta fyri avleiðingunum, sum ein høgur oljuprísur kann fáa fyri altjóða búskapin. Men hann hugsar her eisini og  ikki minst um prísin á bensini hjá vanliga brúkaranum í USA. 

Hóast OPEC+ londini herfyri avgjørdu at vaksa aftur framleiðsluna, sum londini longu hava avmarkað nógv, so heldur trygdarráðgevin hjá Biden, Jake Sullivan, at hesin vøksturin er als ikki nóg mikið til tess at steðga prísvøkstrinum, sum so aftur kann fáa vent búskaparligu gongdini í heiminum.

Tað hevur stóran týdning fyri Biden at halda síni vallyfti, har hann m.a.  legði dent á ikki at hækka skattin hjá meðalstættini eins og heldur ikki at gera tað dýrari hjá  bileigarum at fylla tangan.  Kann hann fáa Opec at hækka framleiðsluna enn meira, eru líkindi fyri, at hetta m.a. kann varðveita verandi bensinprísir.