Uttanlands

Biden vil steðga nýggjum oljuvirksemi  í Alaska

Tað eru politikarar og nógvir borgarar í statinum ímóti, tí oljan skal tryggja teirra búskaparligu framtíð

Økið, har ætlanir eru at leita eftir olju og gassi, liggur eystan fyri framleiðandi keldurnar í Prudhoe Bay, ið leingi hevur havt stóran týdning fyri orkuveitingina í øllum USA.

Økið, har ætlanir eru at leita eftir olju og gassi, liggur eystan fyri framleiðandi keldurnar í Prudhoe Bay, ið leingi hevur havt stóran týdning fyri orkuveitingina í øllum USA.

2021-06-11 13:08 Author image
Jan Müller

Fáar dagar áðrenn hann fór frá sum forseti í USA, lat Donald Trump upp fyri møguleikanum fyri oljuleiting og framleiðslu  í einum nýggjum øki í Alaska, sum annars hevur verið friðað fyri vinnuligt virksemi, tí náttúran og djóralívið eru so serstøk og  viðkvom. Nú hevur so nýggi amerikanski forsetin, Joe Biden avgjørt at broyta avgerðina hjá sínum undanmanni og hevur fyribils sett forboð fyri øllum oljuvirksemi  í hesum partinum av Alaska, sum verður kallaður National Wildlife Refuge.

[object Object]

Biden vil verja náttúruna og djóralívið í øki, sum oljuvinnan ynskir at bora eftir olju í.

Leiðarar fyri fólkabólkar í Alaska, eitt nú Gwich fólkið,  fegnast um avgerðina, meðan onnur eitt nú  republikanskir politikarar finnast at avgerðini. Inntøkurnar frá olju- og gassvirkseminum hava avgerandi týdning fyri búskapin og íbúgvararnar.  Økið talan er um er 78.000 ferkilometrar stórt og her finnast mong djórasløg, sum higartil hava verið friðað. Tað er einki nýtt, at tvídráttur hevur verið um at víðka verandi oljuleiðir fyri vestan í Alaska til hetta stóra náttúruøkið, sum verður hildið at goyma nógva olju og gass.  

Alaska, sum í mong ár hevur verið ein týðandi oljuframleiðandi statur í USA, goymir sum er framvegis stórar nøgdir av olju og gassi í undirgrundini. Mett verður at hesar goymslur kunnu fáa stóran týdning fyri búskapin og arbeiðspláss  í landinum í framtíðini, sum longu er so tætt knýttur at verandi oljuframleiðslu. Hinumegin eru tað tey, sum halda, at økt oljuvirksemi kann skaða umhvørvið eins og hava óhepnar avleiðingar fyri veðurlagið. Stuðlarnir fyri víðari oljuvirksemi tvíhalda tó um, at eingi haldgóð prógv eru fyri, at nýtt virksemi fer at skaða hvørki náttúru ella djóralív.

Áðrenn  Donald Trump fór frá lat hann upp fyri oljufeløgunum at kunna leiga øki við framtíðar oljuframleiðslu fyri eygað, men tað vísti seg ikki at vera stórur áhugi vegna lágu oljuprísirnar, og tí oljufeløg heldur vildu gera íløgur í varandi orku. Haraftrat kom, at fleiri peningastovnar í USA ikki vildu vera við til at lata lán til størri oljuvirksemi í umrødda økinum. Tá avtornaði varð áhugin fyri at keypa leiguloyvi sera avmarkaður, og harvið fekk staturin heldur ikki tær inntøkurnar hann hevði roknað við.

Metingar siga, at 11 mia. tunnur av olju goyma seg í undirgrundini í økinum, sum talan er um, men har eru eingir vegir og undirstøðukervi annars, so tað verður sera kostnaðarmikið at fara undir at bora í økinum.

Tað Biden nú hevur tikið stig til er at fáa myndugleikarnar at endurskoða leigumálini, sum Trump gav loyvi til og at fáa broytt regulverkið fyri at kunna brúka økið til vinnuligt virksemi.

Síðani Biden tók við sum forseti hevur veðurlagið staðið sera ovarliga á dagsskránni. Eitt tað fyrsta forsetin gjørdi var at steðga eini nógv umstríddari oljuleiðing úr Kanada til USA.  Hann fekk USA inn aftur í Parísavtaluna, eftir at undanmaður hansara tók landið úr hesi avtalu. Og hann hevur sagt seg vilja ganga á odda fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum eitt nú við at skerja virksemi hjá olju- og gassfyritøkum við m.a. at skunda undir íløgur í varandi orku.

Hóast umhvørvisfelagsskapir fegnast um avgerðirnar hjá nýggja forsetanum, so eru teir eisini vónsviknir av, at hansara fyrisiting í øðrum førum hevur gjørt av at varðveita avgerðir, har Trump m.a. gav loyvi til stórar oljuverkætlanir í North Slope í Alaska, eitt øki, sum nú í tíggjutals ár hevur framleitt olju og gass og sum hevur havt og hevur framvegis hevur stóran týdning fyri orkuframleiðsluna í USA.

[object Object]

Alaska gjørdist heimskent, tá sera langur oljukaðal var lagdur frá norðasta partinum av statinum og heilt suður til avskipingarleiðirnar. Í 1998 vitjaði føroyskt ferðalag í Alaska fyri m.a. at kunna seg um oljuvirksemið har. Mynd Jan Müller

[object Object]

Í føroyska ferðalagnum, sum vitjaði oljuleiðirnar í Alaska fyri meira enn 20 árum síðani vóru eisini tveir landsstýrismenn, Eyðun Elttør, oljuráðharri  og Karstin Hansen, fíggjarmálaráðharri. Henda vitjan verður umrødd í bókini "Oljan" eftir Trónd Djurhuus og Jan Müller. Mynd Jan Müller

Tað er greitt, at republikanarar eru hart ímóti avgerðunum hjá Biden forseta at forða fyri nýggjari oljuleiting í stórum økjum í Alaska, ikki minst nú hesi kunnu vera við til at skapa arbeiðspláss og inntøkur til statin og harvið eisini gera USA minni heft at innfluttari orku. M.a. hevur republikanski senatorurin fyri Alaska, Murkowski, síðani 2002,  funnist harðliga at Biden og hansara umsiting fyri at taka fíggjarliga grundarlagið undan statinum við teirra politikki.  Víst verður eisini á, at leigumálini, sum Trump lat oljufeløgunum, kunnu ikki uttan víðari takast aftur av einum nýggjum forseta. Tí mugu tær avgerðirnar helst ganga rættar- ella lógarvegin.

[object Object]

Inntøkurnar frá oljuvinnuni hava alstóran týdning fyri Alaska, har hvør einasti borgari hvørt ár fær ein kekk uppá 1600 dollarar frá almenna oljugrunninum. Við nýggju íløgunum, sum ætlanin hevur verið at gera nú í longri tíð,  kann Alaska økja um sína oljuframleiðslu og harvið fáa til vega milliardir av dollarum, sum kunnu brúkast til at skapa menning í hesum fjarskotna amerikanska statinum umframt at vera grundarlag undir framtíðar veitingartrygd. Og fyri lokalu samfeløgini hava oljuinntøkurnar alstóran týdning siga tey, sum eru fyri at víðka um leitingina í Alaska.

Ì miðlunum verður annars víst á, at nýggi amerikanski forsetin ikki altíð er so avgjørdur í øllum sínum avgerðum um at vilja steðga olju- og gassvirksemi. Eitt nú lat hann herfyri eina fyritøku, sum skuldi leggja seinasta partin av nógv umrødda Nord Stream 2 gasskaðalinum úr Ruslandi til Týskalands, sleppa undan sanktiónum, sum Donald Trump setti í verk. Harvið kundi arbeiðið halda fram. Hetta gjørdi hann, varð sagt,  fyri at varðveita góðu viðurskiftini við sínar sameindu í Evropa.  Júst Nord Stream 2 er ein týðandi partur av orkukjakinum, nú hann skal tryggja gassflutning til Evropa í framtíðini. Hetta hendir samtíðis, sum sterkar kreftir í Evropa eitt nú ES royna at forða fyri menning av gassvirkseminum í framtíðini, harvið stórir partar av Evropa verða meira heftir at russiskum gassi, verður sagt.

Keldur: BBC, World Oil og Energy Voice