Innanlands

Bjargingin hjá frálandsvinnuni: At oljufeløg halda gongd í leiting

Sum frá líður er tað oljuprísurin, sum verður avgerandi fyri frálandsvinnuna, umframt at heimsbúskapurin fer í gongd aftur aftaná korona sigur stjórin í Skansi Offshore

Veitarar til oljuvinnuna hava havt nøkur sera trupul ár. Vit fara í næstum at síggja fleiri feløg fara av knóranum, arbeiðsloysi og mistar førleikar í vinnuni, heldur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore. At gongd verður hildin í leitingini kann gerast bjargingin hjá fleiri veitarum í vinnuni.

Veitarar til oljuvinnuna hava havt nøkur sera trupul ár. Vit fara í næstum at síggja fleiri feløg fara av knóranum, arbeiðsloysi og mistar førleikar í vinnuni, heldur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore. At gongd verður hildin í leitingini kann gerast bjargingin hjá fleiri veitarum í vinnuni.

2020-04-26 17:30 Author image
Jan Müller

Metlági oljuprísurin og koronasóttin hava álvarsligar avleiðingar fyri øll tey, sum hava verið og framvegis eru partur av altjóða oljuvinnuni. Hetta merkja tey mongu oljufeløgini á botnlinjuni, men ringast rakt eru tær fyritøkurnar, sum liva av at veita tænastur til oljuvinnuna, eitt nú frálandsskip og oljupallar fyri bert at nevna nakrar teirra.

[object Object]Jens Meinhard Rasmussen, stjóri tekur saman við manningarleiðaranum hjá Skansi ímóti skiparanum á Torsborg, sum fyri fyrstu ferð vitjaði á Havnini herfyri (Mynd: Jan Müller)

Hóast Føroyar sum so ikki hava nakra veruliga oljuvinnu, so eru gjøgnum árini gjørdar stórar íløgur í eitt nú frálandsskip av ymsum slag. Tvey av føroysku reiðaríunum, sum hava bygt frálandsskip og bjóða seg fram sum veitarar til altjóða oljuvinnuna, eru Skansi Offshore og Thor Offshore.

Oljan.fo hevur vent sær til stjórarnar í føroyska frálandsreiðaríinum, Skansi Offshore, Jens Meinhard Rasmussen og stjóran í Thor Offshore, Hans Andreas Kelduberg. Í hesi fyrstu greinini tosa vit við Skansastjóran.

[object Object]

Trupul ár

Hann vísir á, at veitarar til oljuvinnuna hava havt nøkur sera trupul ár.
"Kreppan byrjaði av álvara í 2015, og hóast oljufeløgini skjótt fingu góða inntjening aftur, so hevur staðið verri til hjá veitarum til oljuvinnuna, eitt nú frálandsskip og oljupallar.

Reiðaríini hava roynt at kempa seg ígjøgnum kreppuna, og tá vit komu inn í 2020, sá veruliga út til at lýsna hjá reiðaríunum. Vaksandi aktivitetur, stabilur oljuprísur, og um at koma javnvág í útboð og eftirspurningi eftir veitingarskipum. Hetta var rættuliga tiltrongt, eftirsum reiðaríini hava verið gjøgnum eina søguliga langa niðurgongd," sigur hann og heldur fram:

"Síðani hava vit fingið tvær nýggjar kreppur samstundis. Korona og skrædl í oljumarknaðinum, sum ikki er sæð fyrr.

Oljufeløgini traðka hart á bremsurnar og hava longu boðað frá ógvusligum niðurskurði í leiting. Norska Oljudirektoratið metir, at fimti hvør leitibrunnur, sum var ætlaður í ár, verður avlýstur."

[object Object]

Sáttmálar uppsagdir

Jens Meinhard Rasmussen vísir tí á, at fleiri skip, sum hava sáttmálar, hava fingið avtalurnar uppsagdar, og nógvar leitiverkætlanir eru avlýstar. Tað verður mett, at aktiviteturin fer at minka munandi ikki bert í 2020, men eisini í 2021.

"Fyri reiðaríini er hetta sjálvsagt eitt stórt vónbrot, nú tað endiliga var við at koma javnvág í marknaðin. Flestu reiðarí høvdu eitt sindur í “krígskassanum”, tá kreppan kom í 2015, men eftir fleiri vánalig ár eru hesir tómir. Tí fara vit í næstum at síggja fleiri feløg fara av knóranum, arbeiðsloysi og mistar førleikar í vinnuni.” Og hann heldur fram:

Leitingin avgerandi

"Skansi fekk gjørt avtalur um 2 skip fyri árið í ár, beint áðrenn skrædlið á oljumarknaðinum. Eyðsæð eru hesir sera týdningarmiklir í støðuni, sum hevur tikið seg upp nú. Soleiðis hevur felagið 4 av 5 skipum á kontrakt, harav 1 fer av kontrakt umleið hálvan mai. Felagið hevur sostatt ikki fulla eksponering móti spottmarknaðinum, sum helst verður friðarligur í ár."

Stjórin á Skansi Offshore leggur aftrat, at tað, sum kann betra um marknaðarstøðuna uppá stutt sikt, er, at skip verða løgd, og at oljufeløgini velja at halda gongd í leitivirksemi.

Sum frá líður, er tað oljuprísurin, sum verður avgerandi, umframt at heimsbúskapurin má í gongd aftur aftaná korona.