Uttanlands

Bjartskygni í aftur norsku oljuvinnuna - íløgurnar vaksa aftur

Íløgurnar í norsku oljuvinnuna eru av álvara farnar at vaksa. Stjórin í Norsk olje og gass fegnast.

2018-08-23 18:09 Author image
Jan Müller

Nýggjastu tølini frá norska hagtalsstovninum ”Statistisk sentralbyrå” vísa, at stórt bjartskygni er í mest týðandi vinnuni í Norra, oljuvinnuni. ”Tølini prógva, at stór undirtøka er fyri at gera íløgur í olju- og gassvinnuni. Ein íløga í leiting og í útbygging av nýggjum feltum er ein íløga í framhaldandi høga vælferð í Norra. Hon gevur arbeiði til sera mong fólk og tryggjar virksemi allan vegin fram við norsku strondini,” sigur Karl Eirik Schjøtt-Pedersen, stjóri í Norsk olje og gass, sum umboðar olju- og gassvinnuna í Norra. (Føroyska FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólkur er systurfelag hjá norska felagnum.)

Olju- og gassfyritøkurnar í Norra og veitaravinnan eru avgjørt størsti ídnaðurin og sjálvur ryggurin í norska búskapinum. Tølini frá SSB vísa, at bjartskygnið er á veg aftur í vinnuna, eftir prísskrædlið í 2014 vísir norski oljustjórin á.

Tølini frá hagtalsstovninum vísa, at íløgurnar í olju og gass í 2019 fara at røkka 165,1 mia. kr. Hetta eru 16,5% hægri enn tilsvarandi tøl, sum vórðu løgd fram fyri einum ári síðani.

Stórt virksemi er eisini í norsku oljuvinnuni. Ikki færri enn 20 útbyggingar fara í løtuni fram á norska landgrunninum. ”Tað er sera høgt tal og vísir, at vit fáa meira fyri minni,” sigur Schjøtt-Pedersen.

Hann leggur dent á, at tá kostnaðirnir minka samtíðis sum íløgurnar vaksa í 2019, so er tað virksemisvøkstur í dupultum týdningi.

”Fortreytin fyri høgum virksemi á norska landgrunninum er, at vit eru kappingarfør og halda kostnaðirnar á einum lágum støði. Serliga í eini tíð, har virksemið veksur mugu vit megna framhaldandi at vera medvitandi um kostnaðirnar,” sigur Schjøtt Pedersen sambært heimasíðuni hjá Norsk olje og gass.