Uttanlands

Bogi Hansen, havfrøðingur: Føroyar mugu fremja tiltøk nú

Vit fáa ikki steðgað veðurlagsbroytingunum, men verða ikki ógvuliga strong tiltøk gjørd nú, so verður støðan bara verri.

Bogi Hansen, havfrøðingur heldur landsstýrið má vísa í verki, at tað ynskir at fremja tiltøk móti veðurlagsbroytingunum. Her í Degi og Viku.

Bogi Hansen, havfrøðingur heldur landsstýrið má vísa í verki, at tað ynskir at fremja tiltøk móti veðurlagsbroytingunum. Her í Degi og Viku.

2021-08-11 14:42 Author image
Jan Müller

Bogi Hansen, sum er havfrøðingur og sum hevur gjørt seg galdandi innan altjóða gransking og eitt nú hevur skrivað bók um veðurlagsbroytingar, er ikki í iva. Hann heldur vit í Føroyum eiga at taka seinastu frágreiðingina hjá ST um veðurlagsbroytingar í størsta álvara.

[object Object] 

Sjónvarpsverturin John Johannesen setti veðurlagsbroytingar á breddan í Degi og Viku í gjárkvøldið. Gesturin var Bogi Hansen, havfrøðingur.

Hann vísti í Degi og Viku sendingini í Kringvarpinum í gjár á, at niðurstøðurnar frá tí fyrstu frágreiðingini hjá IPCC fyri nógvum árum síðani vóru í høvuðsheitum tær somu sum í tí seinastu frágreiðingini, har sagt varð, at jørðin fer at hitna. At upphitingin  stavar frá menniskjum, og har nógv ymisk veðurfyribrigdi fylgja við. Tað er tann sami høvuðsboðskapurin, sum alla tíðina hevur verið, men tann stóri munurin millum tá og nú, er tann, at tá var tað teori. Nú er tað bygt á kendar nátúrlógir sum, at sohvørt sum CO2 innihaldið og onnur evni í luftini vaksa, so fer jørðin at hitna. 

Bogi Hansen, sum uttan iva er tann føroyingur, ið hevur gjørt mest vart við veðurlagsbroytingar og avleiðingarnar av teimum, sigur við Kringvarpið, at tað gevur onga meining longur, um vit menniskju halda fram við at hita jørðina. Tað gevur heldur onga meining longur yvirhøvur at diskutera, um vit menniskju hita jørðina. Tað er prógvað. Og sohvørt sum tað verður heitari, fáa vit nógv fleiri ekstremar veðurlagshendingar. 

-Í flestu londum, sum vit samanbera okkum við, hevur man sagt, at nú fara tey at gera nakað við støðuna, men tað hendir ikki í Føroyum segði hann við sjónvarpið í gjárkvøldið.  

Bogi Hansen ásannar, eins og tað verður staðfest í seinastu ST frágreiðingini, at man fær ikki steðgað veðurlagsbroytingunum. Tað er longu ov seint at gera tað, sum skal til fyri at halda Parísavtaluna frá 2015,  men fremur tú  ikki ógvuliga strong tiltøk nú, so verður støðan bara nógv verri. Jú meira tað hitnar, meira ógvuslig verða tey tingini, sum fylgja við. 

Føroyski havfrøðingurin og granskarin heldur føroyskir politikarar loksins mugu taka seg um reiggj. Hann vísir á, at tekur man tað uppskotið, sum landsstýrið hevur lagt fram, so hava tey her eina frálíka endamálsorðing:  

"Í 2030 er málið, at ferðsla, upphiting, vinnan á landi og partvíst orkunýtsla á sjónum, eru løgd um til varandi orkukeldur.” 

-Men trupulleikin er, at tað eru minni enn 8,5 ár til 1. januar 2030. Meinar landsstýrið hetta tað skrivar í síni endamálsorðing, so skulu ongar oljufýringar koyra og eingin olju- diesel- ella hybridbilur koyra á føroysku vegunum í 2030. Meinar tú hetta, so skal man byrja at siga fólki tað. Hetta skyldar landsstýrið Føroya fólki, ella skal man bara siga, at hetta meinti man kortini ikki. 


Kelda: Dagur og Vika