Uttanlands

Bora aftur á Solan oljuleiðini á Atlantsmótinum

Solan er syðsta framleiðandi oljukeldan í økinum millum Føroyar og Hetland

Solan oljuleiðin liggur millum Hetland og føroyska markið og er syðsta framleiðandi oljukeldan á Atlantsmótinum

Solan oljuleiðin liggur millum Hetland og føroyska markið og er syðsta framleiðandi oljukeldan á Atlantsmótinum

2020-01-16 22:41 Author image
Jan Müller

[object Object]

Ein av oljukeldunum vestan fyri Hetland, sum vit hava hoyrt lítið til, er Solan oljuleiðin har suðuri á Atlantsmótinum. Oljukeldan varð funnin í 1991 av oljufelagnum Amerada Hess, sum eisini varð eitt av teimum fyrstu oljufeløgunum at vísa Føroyum ans.

[object Object]

Fyrsta framleiðslan byrjaði 15 ár seinni, í 2016 og er uppá 25.000 tunnur um dagin. Oljukeldan er fyribils mett at goyma 50 mió. tunnur og kann framleiða í umleið 20 ár aftrat. Men nú vilja oljufeløgini Premier Oil, sum er fyristøðufelag við 60% og Chrysaor, sum eigur írestandi 40% av kelduni, økja um framleiðsluna og í hesum sambandi bora ein framleiðslubrunn aftrat. Eisini vilja tey við hesi boring  kanna, um ikki goymslan í undirgrundini  er nógv størri enn hildið. Tí verður í løtuni ein nýggj boring løgd til rættis.

[object Object]

Tað sjáldsama við Solan er, at oljupallurin er ómannaður. Oljan verður goymd í einum stórum tanga á havbotninum fyri síðani at verða heintað og flutt til lands av einum tangaskipi. Solan er tann syðsta keldan á Atlantsmótinum og liggur hon sunnan fyri framleiðandi oljukeldurnar Lancaster, Foinaven og Schiehallion.

[object Object]

Tangin, sum goymir oljuna á havbotninum.

Við at vaksa um sína framleiðslu er Solan oljuleiðin við til at stuðla undir menningina av Atlantsmótinum sum oljulandsluturin, sum skal avloysa Norðsjógvin.