Uttanlands

Bora nú aftur eystan fyri føroyska markið

Pallurin Transocean Leader hevur nú sett borin í undirgrundina eystan fyri føroyska markið

2019-04-18 15:33 Author image
Jan Müller

Oljufeløgini Hurricane Energy og Spirit Energy hava nú sett borin í undirgrundina á Warwick leiðini har suðuri á Atlantsmótinum miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Boripallurin Transocean Leader verður brúktur til boringina, sum er tann fyrsta fyrsta av trimum. Stórar vónir eru til hesa nýggju oljuleiðina á Atlantsmótinum. Tað var herfyri, at Spirit Energy keypti part av loyvunum Warvick og Lincoln frá Hurricane Energy, sum annars fyrireikar seg uppá fyrstu oljuna frá Lancaster oljukelduni, ið liggur í grannalagnum. Talan er um eitt nýtt oljuævintýr vestan fyri Hetland, sum nú skal standa sína roynd. Ov mikið er til at olju her, kanska fleiri mia. tunnur, men tað nýggja er, at oljan liggur goymd í grundfjallinum og verður framleiðsluhátturin kallaður ”Fractured Basement”. Um alt gongur sum ætlað, so kann hetta gerast til ein nýggja oljulandslut á Atlantsmótinum og kann hann koma at fáa stóran týdning fyri alt økið sum heild.

Í løtuni borar pallurin Ocean Greatwhite tríggjar kilometrar eystan fyri føroyska markið. Hann hevur borað í góðan mánað og verður nú bíðað í spenningini eftir fyrstu úrslitunum. Um tað gongst sum væntað kann boringin fáa stóran týdning fyri komandi útbyggingar í økinum og kann eisini, um væl vil til, fáa týdning fyri framtíðina á føroyska landgrunninum.