Uttanlands

Bora nú aftur eystan fyri markið

Bora á Lincoln oljukelduni fyri at fáa upplýsingar um goymslurnar

2019-07-13 15:58 Author image
Jan Müller


Oljufelagið Hurricane Energy hevur nú sett á at bora annan brunnin á Greater Warwick oljuleiðini har suðuri á Atlantsmótinum eystan fyri føroyska markið. Tað er pallurin Transocean Leader, sum borar henda næsta av trimum brunnum í hesum økinum, har farið verður eftir nýggja framleiðsluháttinum nevnt ”fractured basement”, tvs. har oljan liggur niðri í grundfjallinum.

Í løtuni framleiðir Lancaster keldan í grannalagnum olju og er ætlanin, at keldur, sum liggja nærhendis skulu binda í Lancaster sum frálíður. Men fyrst er neyðugt at vita nágreiniligari, hvat goymir seg í grannakeldunum. Keldan, sum nú er sett á, eitur Lincoln. Herfyri boraði felagið brunnin Warwick í sama umhvørvi, men hann var lutvíst eitt vónbrot. Nú setir man vónirnar til Lincoln eins og komadi 3. boringina á somu leið, sum verður beint eftir hesa.  Metingar siga, at tað í hesum økinum finnast fleiri mia. tunnur av olju. Herfyri keypti oljufelagið Spirit Energi seg inn í loyvini hjá Hurricane, og tað er tað, sum stendur fyri boringunum.

Leiðirnar liggja sunnan fyri stóru framleiðandi keldurnar á Atlantsmótinum, Schiehallion og Foinaven.