Uttanlands

Bora seks brunnar eystan fyri føroyska markið í næstum

Oljufeløgini Spirit Energy og Siccar Point Energy gera klárt til at bora seks brunnar millum Hetland og Føroyar.

Transocean Leader ger nú klárt til at bora tríggjar brunnar eystan fyri føroyska markið

Transocean Leader ger nú klárt til at bora tríggjar brunnar eystan fyri føroyska markið

2019-02-23 14:08 Author image
Jan Müller

[object Object]

Seks brunnar verða boraðir eystan fyri føroyska markið í næstum. Tríggir á Warwickleiðini har suðuri á Atlantsmótinum og tríggir har norðuri á Blackrock og Lyon leitimiðjunum.

2019 verður eitt hendingarríkt ár fyri oljuleiting á Atlantsmótinum - millum Hetland og Føroyar. Boraðir verða umleið 10 brunnar. Fleiri tætt við føroyska markið. Seks av hesum brunnum verða boraðir komandi mánaðirnar, tríggir á suðuri á nýggju Lincoln/Warwick oljuleiðini og tríggir har norðuri á Cambo og Lyon leiðini. Tveir risastórir boripallar verða brúkti til hesar týðandi boringar, Transocean Leader har suðuri og Ocean WhiteBright har norðuri. Í báðum hesum verkætlanum eru longu útbyggingarætlanir á tekniborðinum.

Spirit Energy stóríløgur í leiting

[object Object]

Onnur av hesum stóru boriverkætlanunum er tann hjá oljufelagnum Spirit Energy, sum bretski gassrisin Centrica eigur 69% av og týska felagið Stadtwerke München góð 30% . Felagið, sum sær stórar menningarmøguleikar í økinum vestan fyri Hetland, keypti fyri einum ári síðani 50% av Lincoln og Warwick loyvunum hjá Hurricane Energy vestan fyri Hetland og beyð sær samtíðis til at fíggja teir tríggjar brunnarnar, ið kosta 1,3 mia. kr. Talan er um eitt spildurnýtt oljuøki har suðuri miðskeiðis millum Føroyar og Hetland, nevnt ”Greater Warwick Area”. Tað verður mett at goyma 2 mia. tunnur av olju. Lincoln og Warwick eru partur av sama oljuøki sum Lancaster keldan, ið Hurricane Energy eigur og sum fer undir framleiðslu í næstum. Henda er mett at goyma 500 mió. tunnur av olju. Framleiðslan skuldi byrja tíðliga í 2019, men trupulleikar hava verið við framleiðsluskipinum, og tí verður framleiðslan frá Lancaster nakað seinkað. Umhugsað verður eisini at brúka Lancaster framleiðsluskipið sum ”hub” við m.a. eisini at knýta Lincoln og Warwick uppí, um og tá hesar verða mettar lønandi at byggja út.

Seinking verður so eisini í Lincoln/Warwick boriverkætlanini, har teir tríggir brunnar skulu borast. Boripallurin Transocean Leader er seinkaður nakað, og tí verður ikki sett á at bora fyrr enn um nakrar vikur.

[object Object]

Stórur spenningur er knýttur at hesum nýggja oljuøkinum í syðra partinum av Atlantsmótinum. Hurricane Energy hevur borað fleiri brunnar á Lancaster leitimiðinum og síðani rakt við olju, sum nú er grundarlag fyri útbygging til framleiðslu. Tað hevur sannført fleiri íleggjarar at seta pengar í útbygging av Lancaster. Felagið hevur so eisini lagt seg á fleiri av loyvunum í grannalagnum, sum eitt nú fevna um Lincoln kelduna, har tað fann olju við eini boring fyri tíð síðani og haraftrat kemur Warwich leitimiðið, har Transocean Leader skjótt setir hol á undirgrundina. Væntandi fyriliggur úrslitið av tí fyrstu boringini í summar.

Stjórin í Spirit Energy, Chris Cox sær stórar møguleikar í hesi nýggju boriverkætlanini. Tað er eisini tí, at móðurfelagið Centrica, sum er tann størsti veitarin til bretska gassmarknaðin, sær tað sum eina skilagóða íløgu at varpa ljós á nýggja leitiøkið á Atlantsmótinum. Chris Cox sigur sambært The Herald, at teir síggja stórar framtíðar møguleikar í økinum vestan fyri Hetland. Um alt gongur teimum til vildar, so kann blíva talan um eina útbygging av Lincoln og Warwick fyri 6-7 mia. kr. At hon kann gerast so bílig kemur av, at keldurnar tá verða knýttar í framleiðsluskipið á Lancaster oljuleiðini í grannalagnum. Umframt umrøddu keldure ru eisini fleiri onnur leitimið, sum hugt verður eftir, m.a. Wirlewind, Halifax, Thyfon og Strathmore. Í dag finst ein framleiðandi kelda í økinum. Tað er Solan, sum oljufelagið Premier Oil stendur fyri.

[object Object]

Um væl vil til kann hetta umráðið har suðuri á Atlantsmótinum koma at gerast eitt týðandi nýtt oljuøki í framtíðini. Vert er eisini at merkja sær, at partar av undirgrundini, har oljan finst, eru av einum øðrum slag enn vanligu oljuøkini í millum Hetland og Føroyar. Talan er um sokallað ”fractured basement”, har oljan finst í sjálvum grundfjallinum. Av tí at hetta er nýtt slag av framleiðslu er spenningurin stórur í altjóða oljuheiminum, hvussu fer at gangast.

Eisini nógv virksemi aðrastaðni á Atlantsmótinum

[object Object]

Fara vit longur norðureftir á Atlantsmótinum so eru eisini har fleiri brunnar á skránni. Tætt við føroyska markið, nær við Foinaven og Schiehallion oljukeldurnar, eru BP og Shell í ferð við at leggja seinastu hond á útbyggingarverkætlanina á Alligin oljukelduni.

Fara vit so uppaftur longur norður fer oljufelagið Siccar Point longu í næsta mánað at seta hol á Blackrock leitimiðið, ið liggur einans tveir kilometrar frá føroyska markinum. Tað verður tá tann brunnurin á bretska landgrunninum, sum fer at liggja næst føroyska markinum nakrantíð.

[object Object]

Heimsins størsti boripallur Ocean WhiteBright fer í næstum at bora tríggjar brunnar eystan fyri føroyska markið.

Leitistjórin fyri Siccar Point, Iain Bartholemew, hevur áður úttalað, at livur hesin brunnurin upp til vónirnar, so fer hann at fáa stóran týdning fyri framtíðar føroyska oljuleiting eisini. Tí finst olja í Blackrock, so finst hon helst eisini føroysku megin markið, nú undirgrund er nærum tann sama sigur hesin kendi oljuserfrøðingurin, sum eitt skifti var partur av føroysku oljuleitingini, tá hann arbeiddi fyri oljufelagið Amerada Hess. Nú er hann ein av forsprákunum fyri leiting og útbygging eystan fyri føroyska markið. Sjálvur sær hann fyrsta lønandi oljufundið við Føroyar bara sum ein spurning um tíð. Blackrock liggur nærhendis stóru Cambo oljukelduni, sum fer at verða útbygd til framleiðslu í næstum. Cambo liggur so aftur tætt við enn eina stóra oljukeldu, Rosebank, har norska Equinor er fyristøðufelag. Tað viðger í løtuni eina útbyggingarætlan fyri hetta risastóru oljufeltið.

[object Object]

Blackrock leitimiðið liggur einans tveir fjórðingar frá føroyska markinum í økinum P.1830, milklum oljukeldurnar Cambo og Rosebank. Har fer Ocean WhiteBright at seta á í mars mánað. Tað verður tann brunnurin, sum verður  boraður næst Føroyum á bretska landgrunninum.

Eftir at hava borað Blackrock brunnin fer heimsins størsti boripallur, Ocean WhiteBright at bora enn ein leitibrunn hesaferð á gassleitimiðinum Lyon, sum liggur nakað norðanfyri og eisini skamt frá føroyska markinum. Endamálið við hesi boringini at at fáa meiri vitan um gassgoymslur í undirgrundini. Higartil eru funnar fleiri smærri gasskeldur í hesum økinum so sum Tobermori, Bunnehaven og Cragganmore. Um Lyon leitimiðið goymir so mikið nógv av gassi, sum hildið, tá verður tá kjarnin í einum nýggjum gass ”Hubbi” á Atlantsmótinum. Tá Lyon brunnurin er liðugt boraður eina ferð í summar fer pallurin suðureftir aftur at bora ein avmarkingarbrunn á Cambo-kelduni.

Aftrat hesum umrøddu boringum hevur kinverska oljufelagið CNOOC International í hyggju at bora enn ein brunn á Cragganmore leitimiðinum, sum liggur nær við Lyon gassleitimiðið har norðuri.

[object Object]

BP og Shell hava fleiri nýggj loyvi eystan og norðan fyri Clair kelduna, har tey fara at bora leitibrunnar í næstum.

Tey bæði oljufeløgini BP og Total hava eisini boðað frá, at tey ætla at bora brunnar á Atlantsmótinum í hesum árinum. BP á Clair South leitimiðinum á Clair-kelduni og annars eisini í økinum eystan og norðanfyri Clair oljukelduna , har felagið í seinastu útbjóðingini fekk tillutað fleiri nýggj leitiloyvi. Aftrat hesum kemur so eisini franska Total, sum herfyri gjørdi eitt stórt gassfund, Glendronach í Laggan Tormore gassøkinum. Felagið hevur boðað frá, at tað hevur umbúnað at bora fleiri brunnar í hesum økinum.

Samanumtikið bendir tí alt á einum sera virknum boriári á Atlantsmótinum, sum eisini verður rópt ”nýggi Norðsjógvurin”. Áhugavert er eisini at býta merki í, at allir hesir brunnar verða boraðir í einum nýggju leitiútbjóðingarári, har bæði bretar og føroyingar fara at lata upp nýggj øki til oljuleiting, báðumegin markið.

 

 

Alligin keldan tætt við markið verður nú útbygd

[object Object]