Uttanlands

Bora tríggjar leitibrunnar eystan fyri føroyska markið

Frálandsskip velja at koma til Føroya eftir vørum og tænastum, nú boringarnar eru so nær Føroyum

Enn ein nýggj og týðandi oljuleið eystan fyri føroyska markið í eygsjón

Enn ein nýggj og týðandi oljuleið eystan fyri føroyska markið í eygsjón

2019-09-24 15:49 Author image
Jan Müller

[object Object]

Aoka Mizu oljuframleiðsluskipið, sum í løtuni liggur á Lancaster leiðini. Nú umhugsar oljufelagið Hurricane at útbyggja alt oljuøkið við enn einum framleiðsluskipi.

Stórt borivirksemi er í løtuni á Atlantsmótinum, eystan fyri føroyska markið. Ikki færri i enn tríggir pallar bora á trimum ymiskum olju- og gassleiðum.

Í gjár varð sett varð á at bora triðja brunnin har suðuri á Warwick/Lancaster oljuleiðini. Talan er um Warwick West brunnin, sum liggur nærhendis oljukelduni Lancaster, ið fór undir fyrstu framleiðsluna fyrr í ár.

Tað eru oljufeløgini Spirit Energy og Hurricane Enrgy, sum standa fyri hesi boringini. Hon hevur til endamál at staðfesta nýggjar oljugoymslur í hesum longu virkna oljuøkinum. Ætlanin er so at binda nýggju keldurnar í framleiðslukjarnan á Lancaster, har framleiðsluskipið Aoka Mizu longu arbeiðir.

[object Object]

Nýggja oljuleiðin Greater Lancaster Area liggur sunnan fyri stóru oljukeldurnar Schiehallion og Foinaven

Oljufeløgini hava sera stórar vónir til framtíðar framleiðsluna frá hesum nýggja oljuøkinum á Atlantsmótinum, nú tað er fyrsta slagið av júst hesi framleiðsluni á bretska landgrunninum, har oljan verður tikin upp úr rivum í grundfjallinum. Hetta verður nevnt ”fractured basement” og eru øll eygu í oljuheiminum vend móti hesum økinum í løtuni. Verður hon væleydnað, sum mangt bendir á í løtuni, kann hon fáa týdning fyri onnur øki eisini á Atlantsmótinum. Møguleiki er eisini at finna líknandi jarðfrøði í føroysku undirgrundini.

Mett verður at har eru fleiri mia. tunnur av olju í undirgrundini, har ancaster og hinar keldurnar, Warwick, Lincoln, Wirlwind og aðrar við liggja sunnan fyri oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion. Tað er pallurin Transocean Leader, sum borar Warwick West.

Roknað verður við, at ein nýggj útbygging á hesi leiðini verður longu í komandi ári.

Tveir aðrir leitbrunnar verða boraðir á Atlantsmótinum í løtuni. Tað er Howick leiðimiðið, sum liggur sunnan fyri stóru Clair oljukelduna og Gragganmore, sum er ein gassleið longur norðuri á Atlantsmótinum. Seinastu tíðina hava tvey av frálandsskipunum hjá danska reiðaríinum Esvagt, sum arbeiða á hesum leiðum, vitjað á Havnini at skifta manning og keypa aðrar vørur og tænastur. Hetta vísir, hvussu nær oljuvirksemið eystan fyri er við Føroyar.

[object Object]

Borað verður nú so nær Føroyum, at frálandskipini, sum arbeiða við boripallarnar á Atlantsmótinum, velja at koma til Føroya at skifta manning og fáa aðrar vørur og tænastur heldur enn at fara í skotska havn. Hetta kunnu gerast góð útlit fyri føroyska veitingarvinnu.