Uttanlands

Boripallur fer úr Skotlandi í vikuni við kós móti markinum

Heimsins størsti boripallur, sum skal bora tríggjar brunnar eystan fyri føroyska markið, fer í vikuni úr Skotlandi á borileiðina

Ocean Greatwhite er um at verða liðugt klártgjørdur til at bora eystan fyri Føroyar, her á veg úr Kishorn á borileiðina

Ocean Greatwhite er um at verða liðugt klártgjørdur til at bora eystan fyri Føroyar, her á veg úr Kishorn á borileiðina

2019-02-26 13:26 Author image
Jan Müller

 

[object Object]

Her er pallurin út fyri Kishorn í Skotlandi. Myndin vekir ikki sørt kenslur, tá pallurin West Hercules varð umvældur á Skálafjørðinum.

Heimsins størsti boripallur, Ocean Greatwhite, ger nú klárt at fara úr Kishorn fjørðinum í norðurvestur Skotlandi og seta kós móti leiðini við markið millum Hetland og Føroyar. Pallurin kom til skotsku havnina í januar fyri at verða gjørdur klárur til eina umfevnandi boriverkætlan á Atlantsmótinum, har hann skal bora ikki færri enn tríggjar brunnar tætt við føroyska markið.

Íbúgvarnir í Kishorn økinum hava havt út at gera í skjótt tveir mánaðir at gera pallin kláran til stóru og spennandi uppgávurnar á bretska landgrunninum. Tað eru skjótt 30 ár síðani, at oljupallar vórðu partur av gerandismyndini í økinujm. Pallurin kom longu leiðina úr Singapore til Skotlands at fara undir nýggju uppgávuna fyri oljufelagið Siccar Point Energy, sum er eitt av teimum nýggju og sera viknu oljufeløgunum eystan fyri Føroyar. Brunnarnir hava samband við tvær møguligar framtíðar útbyggingar, tann eina á Cambo-oljukelduni og hin á eini nýggjari gassleið, Lyon, longur norðuri á Atlantsmótinum.

[object Object]

Í Kishorn vóna tey, at henda fyrsta umvælingin og klárgerðanin í longri tíð av einum boripalli til arbeiðsuppgávur á Atlantsmótinum og Norðsjónum bara er byrjanin til nógv nýtt virksemi. Stórar íløgur eru gjørdar í havnina fyri nettupp at vekja áhugan hjá pallreiðaríum at brúka havnina og turrdokkina har. Skotskir myndugleikar so sum Scottish Enterprice síggja stórar møguleikar fyri, at øki sum Kishorn kunnu fáa eina endurreisn, nú oljuvirksemið í økinum vestan fyri Hetland mennist í hvørjum.

[object Object]

[object Object]

Fyrsti brunnurin, sum Ocean Greatwhite fer at bora, er á Blackrock leitimiðinum, sum liggur tætt við føroyska markið, millum Cambo og Rosebank oljukeldunar.