Uttanlands

BP byrjar framleiðslu frá risakeldu nær Føroyum

Bretska oljufelagið hevur í morgun tikið í nýtslu størstu oljuútbyggingina í nýggjari tíð, Clair Ridge, á leiðunum millum Føroyar og Hetland.

2018-11-23 14:11 Author image
Jan Müller

 

Clair Ridge er nýggjasti gimsteinurin í BP krúnini og liggur hann á Atlantsmótinum, sum gerst meira og meira týdningarmikið fyri bæði Bretland og stóru oljufeløgini, sum eru virkin har.

Henda útbyggingin verður mett at vera ein tann týdningarmesta í bretskari oljusøgu sum heild og fer hon at lata upp fyri fleiri komandi útbyggingum í økinum í næstu framtíð. Clair Ridge er partur av risastóru oljukelduni Clair, sum varð funnin í 1977. Fyrsta framleiðslan frá hesi kelduni byrjaði tó ikki fyrr enn í 2005, tá Clair Phase1 varð tikin í brúk. Arbeitt verður nú longu við triðju útbyggingina av Clair. Henda útbyggingin, sum í løtuni er á tekniborðinum, hevur fingið heitið Clair South. Við hesi triðju útbyggingini fer økið vestan fyri Hetland ella vit kunnu eisini kalla tað eystan fyri Føroyar at vera tann týdningarmesta oljuleiðin í Bretlandi yvirhøvur.

Clair Ridge er mett at kunna framleiða 120.000 tunnur av olju um dagin heilt fram til 2060. Umframt BP eru Shell, Chevron og ConocoPhillips eigarar. Við Clair Ridge meta eygleiðarar, at BP aftur hevur ment seg til eitt av heimsins størstu oljufeløgum.

Útbyggingin hevur kostað 40 mia. kr. Mett verður at hesin parturin av Clair goymir 650 mió. tunnur. Tilsamans goymir øll Clair keldan millum 6-8 mia. tunnur av olju. Umframt at fyrireika útbygging av Clair South, so er BP eisini farið undir ymsar kanningar og skjótt eisini leitiboringar í økjum nærhendis Clair, har vónirnar at finna nýggjar oljugoymslur eru stórar.

Við seinastu Clair útbyggingini er greitt, at økið eystan fyri føroyska markið kemur meira og meira í fokus á altjóða oljukortinum. Í seinastuni hava vit verið vitni til, at fleiri av oljufeløgunum hava vent antennunum móti hesum økinum og eru útlit til, at fleiri teirra fara at gera stórar íløgur í bæði leiting og útbyggingar komandi árini. Og tað er eisini ein sannroynd, at feløgini koma nærri og nærri føroyska landgrunninum. Í mars mánað næsta ár fara oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell at bora ein nýggjan leitibrunn á Blackrock leitimiðinum einans 2 kilometrar eystan fyri føroyska markið. Úrslitið av hesum brunninum kann vera við til at avgera framtíðar føroysku oljulagnuna.

Á fundi í Aberdeen herfyri fekk ein føroysk sendinevnd at vita, at fleiri oljufeløg í løtuni hyggja eftir føroyska økinum, nú hesi feløg hava funnið oljukeldur skamt frá markinum. Har oljufeløg finna oljugoymslur í undirgrundini, verður grannalagið altíð raðfest eisini.

 

Keldur: BP, Energy Voice, BBC, The Times, The Herald