Uttanlands

BP fær grønt ljós til útbygging við føroyska markið

Allingin er enn ein av smærri oljukeldum vestan fyri Hetland, sum verða útbygdar og knýttar í verandi undirstøðukervi

2018-10-22 13:10 Author image
Jan Müller

Bretskir oljumyndugleikar hava nú givið endaligt grønt ljós til oljufelagið BP at byggja út oljuleiðina Alligin, sum liggur skamt frá føroyska markinum. Oljuleiðin liggur nærhendis framleiðandi oljukeldunum Schiehallion og Foinaven og verður hon bundin í verandi undirstøðukervið, sum er risastóra og nýggja oljuskipið (FPSO) Glen Lyon, ið framleiðir olju á Schiehallion kelduni.

Útbyggingin kostar 2 mia. kr. og fer Alligin at framleiða 12.000 tunnur um dagin. Hon er mett at goyma 20 mió. tunnur. Keldan liggur 85 fjórðingar vestan fyri Hetland og byrjar framleiðsluna í 2020. Fyrimunurin við at byggja út smærri oljukeldur av hesum slag er tann, at tær kunnu fara undir framleiðslu eftir bert stuttari tíð, nú sjálv útbyggingin er so avmarkað, tá hon kann binda í verandi framleiðslu í grannalagnum.

BP sigur í eini fráboðan, at útbyggingin av Alligin er partur av teirra framtíðar strategi at útbyggja smærri oljukeldur og knýta tær í verandi undirstøðukervið vestan fyri Hetland. Hetta er júst sama strategi, sum onnur oljufeløg, ið arbeiða vestan fyri Hetland, eitt nú Siccar Point, Shell og Total hava.