Uttanlands

BP fer at siga 10.000 oljuarbeiðarum upp

Orsøkin er lági oljuprísurin og koronasóttin

2020-06-09 16:12 Author image
Jan Müller

Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, bretska BP, fer at siga upp 10.000 av sínum starvsfólkum í hesum árinum. Hetta upplýsir nýggi stjórin í felagnum, Berhard Looney.

Orsøkin til uppsagnirnar er lági oljuprísurin og harvið høgi kostnaðurin og síðani avleiðingarnar av koronasóttini. Looney sigur, at oljuprísurin er farin langt undir tað støðið, har tað ber til at vinna pening. BP brúkar meira enn tað forvinnur leggur hann aftrat sambært Reuters.

Úrslitið av støðuni er, at nettoskuldin hjá BP í fyrsta ársfjóðingi vaks við 6 mia. dollarum. Felagið má tí til at brúka færri pengar. BP fer tí at minka um útreiðslurnar við 25% í hesum árinum - ein minking uppá 3 mia. dollarar. At reka felagið kostar í løtuni 22 mia. dollarar um árið.

Flestu á fólkunum,sum BP fer at siga upp, arbeiða á skrivstovum kring alla verðina. Herfyri gjørdi BP av at siga upp stórum tali av leiðarum í felagnum. BP er annars eitt av oljufeløgunum, sum er mest virkið í føroyska grannalagnum vestan fyri Hetland. Sum skilst fer felagið ikki at sleppa sínum virksemi her men hevur avgjørt at útseta endaligu støðutakanina til útbygging.