Uttanlands

BP fer at skerja oljuframleiðslu munandi

Hevur skrivað niður ognirnar við 40 mia. kr. eftir eitt sera vánaligt úrslit 2. ársfjórðing

Nýggi BP stjórin Bernhard Looney í døpurhuga eftir vánaliga úrslitið, sum nú fær felagið at minka um olju- og gassframleiðsluna

Nýggi BP stjórin Bernhard Looney í døpurhuga eftir vánaliga úrslitið, sum nú fær felagið at minka um olju- og gassframleiðsluna

2020-08-04 17:40 Author image
Jan Müller

Stóra oljufelagið BP hevur gjørt av at taka avleiðingarnar av koronosmittuni og lága oljuprísinum og hevur gjørt av at minka munandi um útbýtið til partaeigararnar, hetta fyri fyrstu ferð í 10 ár,  eins og felagið hevur gjørt av at minka um olju- og gassframleiðsluna við 40% um 10 ár.

Hetta kemur eftir eitt sera vánaligt úrslit í øðrum ársfjórðingi í ár, har BP hevur skrivað niður ognirnar við 40 mia. kr. Undirskotið annan ársfjórðing var 6,7 mia. dollarar, so hetta rakar meint. Sama tíðarskeið í fjør hevði BP eitt yvirskotuppá 2,8 mia. dollarar.

Felagið hevur við sínum nýggja stjóra, Bernhard Looney, lagt seg eftir at broyta bygnaðin og strategiina og gerast eitt breitt orkufelag við ongum útláti í 2050.

Felagið hevur sum part av broytingunum eisini gjørt av at bíða við endaligari støðutakan til fleiri útbyggingar, eitt nú Clair South vestan fyri Hetland. Felagið er annars fyristøðufelag fyri fleiri av stóru framleiðslunum á Atlantsmótinum miðskeiðis millum Føroyar og Hetland.

BP sigur annars í síni seinastu fráboðan, at tað fer ikki undir leiting í nýggjum londum, tvs. londum har tað ikki hevur virksemi frammanundan.

BP sigur víðari, at tað roknar við einum oljuprísi uppá 40 dollarar restina av hesum árinum, 50 dollarar í 2021 og 60 dollarar fyri tunnuna í 2030 og 2040.

Eisini arbeiðir felagið við at minka um kostnaðirnar við 2,5 mia. innan endan á  2021. Í hesum eru eisini 10.000 uppsagnir.

 

 

Kelda:

https://www.bp.com/en/global/corporate/who-we-are/reimagining-energy.html?utm_source=BP_Global_GroupCommunications_UK_external&utm_medium=email&utm_campaign=11722165_2Q%2520results%2520and%2520presentation&dm_i=1PGC,6Z8VP,AIF1YR,S3OO2,1