Uttanlands

BP helst at minka meira um nýggja leiting

Men framleiðslan av olju og gassi fer framhaldandi at vera høvuðs inntøkukeldan

Bernard Looney, stjórin í BP, sum roynir at flyta felagið longur á grønu leiðini. Hann hevur minkað munandi um oljuleitingina, tó at felagið í mong ár aftrat fer at dúva uppá inntøkur frá framleiðsluni av olju og gassi. Hesar skulu m.a. vera við til at tryggja orkuskiftið.

Bernard Looney, stjórin í BP, sum roynir at flyta felagið longur á grønu leiðini. Hann hevur minkað munandi um oljuleitingina, tó at felagið í mong ár aftrat fer at dúva uppá inntøkur frá framleiðsluni av olju og gassi. Hesar skulu m.a. vera við til at tryggja orkuskiftið.

2021-01-25 15:29 Author image
Jan Müller

[object Object]

BP ynskir at vera meira virkið í grøna skiftinum, tó framleiðslan av olju og gassi framhaldandi fer at vera høvuðs inntøkugrundarlagið.

 

Síðani bretska oljufelagið BP fekk nýggjan stjóra í fjør er talið á jarðfrøðingum og øðrum serfrøðingum á leitideildini hjá felagnum lækkað úr 700 niður í 100 fólk. Reuters skriva í morgun, at okkurt bendir á, at leiðslan í felagnum hevur ætlanir um at minka uppaftur meira um leiting eftir olju og gassi ella kanska  heilt at leggja niður partar av leitideildini hjá felagnum, sum annars í meira enn 100 ár hevur tryggjað felagnum risastórar upphæddir. Hóast hesa gongdina, so fer framleiðslan av olju og gassi framvegis at vera drívandi motorurin hjá felagnum, og inntøkurnar frá hesi framleiðsluni fara at vera tær, sum koma at broyta felagið til eitt orkufelag, ið við tíðini fer at flyta seg frá fossilum brennievnum til varandi orku av ymsum slag. Eitt nú hevur BP nú í eina tíð raðfest íløgur í vindmyllur til havs. 

Nýggi stjórin Bernard Looney hevur gjørt greitt, at felagið skal vera CO2 neutralt innan ikki so mong ár og hevur hann í mun til nógvar aðrar stjórar í stórum oljufeløgum alment sett sær sum mál at minka um framleiðslumetinginarnar eins og siga upp umleið 10.000 fólkum ella 15% av samlaða starvsfólkahópinum, sum tørvur ikki verður á, tá tað av álvara verður farið til varandi orkukeldur. Looney hevur sett sær fyri at minka um oljuframleiðslna við 1 mió. tunnum um dagin ella 40% komandi 10 árini og samtíðis økja um framleiðsluna frá varandi orku tjúgu ferðir. Hóast hesar broytingar, so fara olju og gass at vera høvuðs inntøkukeldan hjá BP fram til í hvussu er 2030. 

[object Object]

[object Object]

BP er mest virkna oljufelagið á okkara leiðum við trimum stórum framleiðandi keldum, Clair, Foinaven og Schiehallion. Hesar koma framhaldandi at vera juvelarnir í BP krúnuni og vera høvuðs inntøkugrundarlagið hjá felagnum. Enn ein útbygging stendur á skránni á Clair kelduni, nevnd Clair South. 

Partabrævið lækkað hóast grønar broytingar

Hóast royndirnar at broyta felagið og gerast virkið í orkuskiftinum, so hevur tað ikki vunnið nóg stóra undirtøku millum partaeigararnar, sum sambært Reuters enn ivast í, um tað fer at eydnast at broyta felagið frá einum olju- og gassfelag burturav til eitt grønt orkufelag. BP partabrævið lækkaði í 2020 við 44%, sum er tað lægsta í 25 ár. 

Broytingarnar í felagnum hava verið sera ógvusligar og merkjast serliga har arbeitt verður við leiting og útbyggingum í London og Houston. Tað eru ikki øll í BP, sum eru so fegin um brádligu broytingarnar. Undanfarni stjórin í Norðsjónum, Ariel Flores helt felagið skuldi ganga nýggjar leiðir við at leggja seg eftir at leita eftir nýggjum goymslum tætt við verandi framleiðslustøð fyri harvið at kunna varðveita inntøkustreymin. 

Tøl frá norsku greinarafyritøkuni Rystad Energy vísa, at BP í 2020 fekk 3000 ferkilometrar av nýggjum leitiøkjum í 2020, tað lægsta síðani 2015 og væl minni enn bæði Shell, sum fekk 11.000 ferkilometrar av leitiøki aftrat, og Total, sum fekk 17.000 ferkilometrar. Hetta vísir, hvussu ymiskt feløgini síggja uppá framtíðina. 

Færri  pengar til oljuleiting

Olju- og gassleiting hevur gjøgnum árini verið ein høvuðsdrívmegin hjá stóru oljufeløgunum, sum hava vunnið stórar upphæddir til sínar partaeigarar. Hvat BP viðvíkur, so minkaði leitiparturin longu í 2014 undir leiðslu av Bob Dudley sum ein avleiðing av prísfallinum tá. Tølini fyri leiting hjá BP í dag eru nógv lægri enn t.d. í 2010. Tá vórðu brúktar 4,6 mia. dollarar til oljuleiting ímóti 400 mió. dollarum í fjør. BP niðurskrivaði sínar ognir við 20 mia. dollarum í fjør, hetta sum ein beinleiðis avleiðing av lækkandi oljuprísinum og lækkandi nýtsluni og eftirspurninginum. Eisini er tað komið hartil, at BP ikki metir tað lønandi longur at útbyggja fleiri av tess fundum. 

Søgan um BP er ein av teimum mest áhugaverdu í altjóða oljusøguni og byrjaði felagið sum Anglo-Persian Oil Company í 1908 og hevur síðani funnið stórar nøgdir av kolvetnum í Iran, Irak, Azerbaijan eins og í Norðsjónum og Meksikanska Flógvanum. Kortini var felagið eitt av teimum fyrstu av fjøltátta sína framleiðslu til eisini at fevna um varandi orku so sum vind og sól. Undir táverandi stjóranum John Browne var sloganið “Beyond Petroleum”, har tað vórðu gjørdar íløgur fyri milliardir í vind- og sólorkutøkni, men nógv av tí miseydnaðist. 

Nú heldur verandi stjórin Looney, at teirra  royndir at fara til varandi orku fara at eydnast, nú stjórnin í Bretlandi stuðlar orkuskiftinum við stórum upphæddum til tess at gera varandi orkuna meira lønandi. BP hevur so eisini sett nógva orku av til at menna verkætlanir við at fanga og goyma CO2. Slíkar verktælanir verða mettar at vera av allarstørsta týdningi fyri at gera grøna orkuskiftið til veruleika. Fleiri av fremstu leitifólkunum hjá BP eru nú sett til at arbeiða við orkuskiftinum. Felagið hevur so eisini sett fólk frá feløgum sum Uber, Toyota og Silicon Valley fyri at menna og skilja betur elbilamarknaðin eins og varandi orku og teir møguleikar hesi geva skrivar Reuters í morgun. 

 

Atlantsmótið eystan fyri Føroyar framvegis stóran týdning fyri BP

BP var eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum í føroysku oljuleitingini á sinni. Eftir at felagið tók seg út úr Føroyum hevur tað gjørt stórar íløgur í bæði leiting og útbygging eystan fyri Føroyar, á trimum av teirra stóru keldum, nevniliga Foinaven, Schiehallion og Clair. Hesar eru framhaldandi juvelurin í ikki bert BP krúnuni, men eisini í oljuframleiðsluni í Bretlandi sum heild. So hesar fara framhaldandi at vera ein av hornasteinunum í inntøkunum hjá BP eins og bretska skattakassanum.

Stutt undan koronakreppuni og harvið fylgjandi príslækkingini gjørdi BP av at leggja eitt av sínum stóru og lovandi útbyggingarprojektum, Clair South á hillina. Tá korona aftur fer at minka, sum óvissa framvegis er um, og vaksandi eftirspurningur helst aftur fer at hava við sær hægri oljuprís, tá er sannlíkt, at BP aftur fer at taka Clair South útbyggingina framaftur.

Seinastu leitiloyvini BP tryggjaði sær í teimum síðstu leitiútbjóðingunum eru nettupp øki, sum liggja tætt við risastóru Clairkelduna miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. So har fer teirra fokus uttan iva at vera komandi árini. Vit fara tí uttan iva at síggja og hoyra meira til BP, hvat viðvíkur menning og útbygging av oljuframleiðsluni á Atlantsmótinum, sum er økið millum Hetland og Føroyar. Men eftir seinastu mongu útmeldingunum frá leiðsluni at meya, fer felagið neyvan aftur at hyggja eftir føroyska økinum. Men tað, skilst, gera onnur feløg framhaldandi.  

Tað eru fleiri stór oljufeløg, sum í seinastu útbjóðingunum tryggjaðu sær nógv nýggj leitiøki, nøkur teirra tætt upp at føroyska markinum. Nøkur av hesum feløgunum eru m.a. Siccar Point Energy, Shell, Corallian, Athena, Suncor og Total. So hjá teimum hómast  enn útlit til at flyta leitingina stutta teinin tvørtur um markið til Føroya – nakað, sum eitt nú  Jarðfeingi og landsstýrismaðurin í oljumálum, fylgja væl við í. “Time will show.”

(Lesið eisini komandi grein á oljan.fo um Equinor, sum framvegis sær oljukelduna Rosebank tætt við føroyska markið sum eina av sínum mest týðandi keldum at útbyggja í framtíðini.)