Uttanlands

BP hálovar oljukelduna Clair á Atlantsmótinum

Bretska oljufelagið fegnast um góða fíggjarliga úrslitið. Ein orsøkin er raðfestingin av oljuleiðum nær Føroyum

2018-08-13 14:04 Author image
Jan Müller

 

Tað fer ikki dagur, at bretskir miðlar umrøða vaksandi oljuvirksemið á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar.

Eftir at fleiri av oljukeldunum í Norðsjónum eru við at tømast, verður støðugt varpað ljós á olju- og gassleiðirnar vestan fyri Hetland. Eisini sæst vaksandi áhugin fyri hesum økinum aftur í seinastu útbjóðingunum, har eitt stórt tal av oljufeløgum hava valt at gera íløgur í leiting í hesum lutvíst nýggja oljulandslutinum. Oljan.fo hevur fylgt hesi gongdini og umrøddi í grein í vikuni fleiri av teimum mongu útbyggingunum, sum nú liggja á tekniborðinum.

Hóast fleiri nýggj feløg hava sett kósina móti Atlantsmótinum og eru við at fáa fótin fastan her, so er tað framvegis bretska oljufelagið BP, ið gongur á odda og er lokomotivið. Og í úttalilsum í miðlunum heldur leiðslan í felagnum fram við á hálova risastóru oljukelduni, Clair, sum varð funnin í 1977 men sum ikki fór undir fyrstu framleiðsluna fyrr enn nærum 30 ár seinni, í 2005.

Clair hevur ”potential for significant future growth, Clair goymir møguleikar fyri stórum framtíðar vøkstri,” sigur eitt av oddafólkunum hjá BP sambært oljuportalinum Energy Voice. Tað er ikki minst eftir tíðindini um avbera góða fíggjarliga úrslitið hjá BP herfyri, at leiðslan í felagnum minnir á, at góða úrslitið m.a. stavar frá framleiðsluni á Atlantsmótinum, vestan fyri Hetland. Og um sama mundið verður sligið fast, at nýggju íløgurnar BP ger í útbyggingar, eru á rættari leið og í tráð við framtíðar strategiina hjá felagnum. Økið vestan fyri Hetland og harvið í føroyska grannalagnum er nevniliga eitt av mest týðandi vakstrarøkjunum hjá bretska oljurisanum.

Clair oljukeldan, ið liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið, og sum er krúnan í juvelinum hjá BP, verður mett at goyma einar 7-8 mia. tunnur av olju ella enn meira. Harvið er hon ein tann størsta í Evropa sum heild. Enn er bara ein framleiðsla farin í gongd á risastóru kelduni, ”Clair phase one”, við 300 mill. tunnum, men tann næsta, Clair Ridge, verður tikin í brúk seinni í ár og goymir 640 mill. tunnur av olju. Og longu nú eru serfrøðingarnir hjá felagnum farnir til tekniborðið við enn eini útbygging, nevnd Clair South. Tosað verður um at taka endaliga avgerð um ta útbyggingina í 2021. Men ikki nokk við tí. Tosað verður longu nú um upppaftur aðrar framtíðar útbyggingar. Í hesum sambandi hevur BP eisini fingið fleiri nýggj leitiloyvi í grannalagnum av Clair.

BP hevur eisini týðandi leiklut í tveimum øðrum oljukeldum vestan fyri Hetland. Tað eru Foinaven og Schiehallion (Nú Quad 204) oljukeldurnar, sum liggja har suðuri á Atlantsmótinum, bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. BP hevur júst brúkt stórar milliardaupphæddir til at útbyggja og nútímansgera hesar oljuleiðirnar. BP tók herfyri eisini avgerð um at byggja út eina nýggja oljuleið, Alligin, í hesum umhvørvinum.

BP fær í næstum nýggjan nevndarformann. Tað er fyrrverandi stjórin í Statoil, Helge Lund, sum í løtuni eisini er nevndarlimur í føroysku fyritøkuni Tjaldur. Helge Lund var kendur fyri at raðfesta oljuleiting á Atlantsmótinum tvs. í økinum vestan fyri Hetland umframt økinum eystan fyri Føroyar. Áhugavert verður at síggja, hvussu komandi nevndarformaðurin fer at fyrihalda seg til framtíðina á Atlantsmótinum. Sum støðan er í dag, so raðfestir leiðslan í felagnum júst Atlantsmótið sera høgt.