Uttanlands

BP leingir sáttmála um oljuframleiðslu á Atlantsmótinum

Bretska oljufelagið hevur framvegis stórar vónir til Atlantsmótið, sum er økið millum Hetland og Føroyar

Petrojarl Foinaven, ið skal halda fram við framleiðsluni eystan fyri føroyska markið í 10 ár aftrat. Fyrsta framleiðslan byrjaði í 1997 og var hetta eisini fyrsta framleiðandi oljukeldan á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland

2020-04-15 14:29 Author image
Jan Müller

[object Object]

Bretska oljufelagið BP hevur gjørt av at leingja leigusáttmálan við felagið Teekay um nýtsluna av oljuskipinum Petrojarl Foinaven, sum arbeiðir á Foinaven kelduni eystan fyri føroyska markið. Leiguavtalan er fyri 10 ár.

[object Object]

Við avtaluni er greitt, at BP ætlar at halda lív í eini av elstu framleiðandi oljukeldunum á Atlantsmótinum. Foinaven var tann fyrsta, sum fór undir framleiðslu í økinum vestan fyri Hetland miðskeiðis í 90-unum og hevur framleitt síðani. Oljan verður flutt umborð á framleiðslu- og goymsluskip, FPSO, og hiðandi flutt við tangabátum til lands.

Tað var uppdagingin av Foinaven í 1992, sum brádliga skapti áhuga fyri oljuleiting á føroyska landgrunninum nærhendis.

[object Object]