Uttanlands

BP og Shell útseta oljuútbyggingar eystan fyri Føroyar

Tvey av heimsins størstu oljufeløgum, BP og Shell, síggja framvegis møguleikar á Atlantsmótinum tó at tey útseta útbyggingar í 1-2 ár

Olju- og gassframleiðslan á bretska landgrunninum á Atlantsmótinum tvs. í økinum millum Hetland og Føroyar, fer hava alstóran týdning fyri Bretland í framtíðini. Í 2025 fara 30% av samlaðu framleiðsluni í Bretlandi at koma úr hesum økinum eystan fyri føroyska markið. Og fleiri stórar útbyggingar standa á bíða eftir at fáa grønt ljós.

Olju- og gassframleiðslan á bretska landgrunninum á Atlantsmótinum tvs. í økinum millum Hetland og Føroyar, fer hava alstóran týdning fyri Bretland í framtíðini. Í 2025 fara 30% av samlaðu framleiðsluni í Bretlandi at koma úr hesum økinum eystan fyri føroyska markið. Og fleiri stórar útbyggingar standa á bíða eftir at fáa grønt ljós.

2020-05-15 13:28 Author image
Jan Müller

[object Object]

Seinasta stóra útbyggingin á Atlantsmótinum, Clair Ridge, hevur alstóran týdning fyri Bretland.

 

Metlági oljuprísurin og koronakreppan hava givið øllum orkuheiminum ein dyggan skelk, her ikki minst mongu fyritøkunum, sum eru knýttar at framleiðsluni av olju og gassi. Vit skulu heilt aftur til tíðina eftir seinna heimsbardaga fyri at finna eina líknandi støðu.

Olju- og gassfeløgini, sum hava ein týðandi leiklut, tá talan er um at nøkta eftirspurningin eftir orku kring knøttin, merkja av álvara avleiðingarnar av kreppuni og eru farin at minka um ella útseta virksemi. Tað setir so aftur ringar í sjógvin, tí ein stórur partur av oljuídnaðinum í heiminum er tætt bundin at teimum íløgum, sum oljufeløgini gera í eitt nú leiting og útbyggingar. Hjá oljuídnaðinum ella sonevndu veitingarvinnuni (Supply Chain) rakar kreppan sera meint. Tosað verður m.a. um, at í okkara næsta umhvørvi, Bretlandi, er møguleiki fyri, at 30.000 fólk í vinnuni kunnu missa arbeiðið, um gongdin heldur fram og versnar. Í heimshøpi verður gitt, at upp til ein mió. fólk fara at missa arbeiðið innan oljuídnaðin.  

Atlantsmótið

Eisini  á Atlantsmótinum, te. økið millum Hetland og Føroyar, eru oljufeløgini farin at endurskoða sítt virksemi her bæði leiting og útbyggingar. Í flestu førum er talan um sparingar antin við uppsøgnum av fólki ella við at útseta bæði leiting og útbyggingar. Tvey av teimum stóru oljufeløgunum, sum eru virkin vestan fyri Hetland og sum hava í umbúnað at fara undir at útbyggja oljufund, eru BP og Shell. Tey hava boðað frá útsetingum av fleiri av teirra útbyggingum.

BP, sum hevur verið lokomotivið í hesum økinum eystan fyri Føroyar, hevur júst gjørt av at útseta avgerðina um at geva komandi útbyggingini av oljufeltinum Clair South grønt ljós. Tað verður so ikki fyrr enn í 2022. Clair South verður triðja útbyggingin av risastóru Clair oljukelduni, sum varð funnin í 1977 og sum liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Fyrsta útbygging av kelduni og framleiðsla haðani byrjaði ikki fyrr enn í 2005. Og í 2018 var so næsta útbyggingin, Clair Ridge, tikin í brúk. Hóast trýst verður á bremsuna í løtuni, so skilst, at tað kortini fer at verða arbeitt við eitt nú Clair South útbyggingini soleiðis at skilja, at møguleikar at fáa streym úr landi til pallin og aðrar pallar við vestan fyri Hetland, verða kannaðir. Tað er eisini í tráð við grøna politikkin.

Sama støða er við Shell, sum saman við oljufelagnum Siccar Point Energy, hevur gjørt av at útseta avgerðina um útbygging av stóru Cambo oljukelduni, ið liggur heilt tætt at føroyska markinum. Shell hevur so eisini boðað frá, at tað fyri fyrstu ferð siðani seinna heimsbardaga fer at skerja vinningsbýtið munandi. Stjórin í felagnum dylur heldur ikki fyri, at versnar støðan uppaftur meira, kann tað ganga út yvir framtíðar verkætlanir so sum útbyggingar í Norðsjónum.

Kortini gera bæði Shell og BP greitt, at feløgini síggja Norðsjógvin og her ikki minst økið vestan fyri Hetland sum eitt av sínum kjarnuøkjum. Ráðgevarafyritøkan Wood McKenzie sigur í frágreiðing, at økið millum Hetland og Føroyar fer at standa fyri 30% av framleiðsluni á bretska landgrunninum í 2025.

Enn eitt oljufelag, EnQuest, sum stendur á odda fyri oljumóttøkuni í Sullom Voe í Hetlandi, hevur gjørt av at fremja sparingar uppá meira enn 2 mia. kr. og hevur í hesum sambandi avgjørt at siga upp fleiri enn 500 fólkum. 

Herfyri gjørdi norska oljufelagið Equinor av at útseta endaligu avgerðina um útbygging av Rosebank oljukelduni til byrjan av 2022. Henda keldan liggur eisini eystan fyri Føroyar. So útlit eru til, at avgerðir um at geva grønt ljós til fleiri úbyggingar skamt frá føroyska markinum, verða útsettar í gott og væl eitt ár ella tvey. Tvs. at BP útsetir Clair South, Shell útsetir Cambo og Equinor útsetir Rosebank.

Longur suðuri á Atlantsmótinum skal oljufelagið Hurricane taka endaliga støðu til at byggja út oljukelduna Lincoln og binda hana í Lancaster kelduna, sum er tann fyrsta at framleiða olju á eini heilt nýggjari oljuleið miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Og fara vit so longur norður aftur til gasskeldurnar Laggan Tormore, so skal franska oljufelagið Total til at taka avgerð um enn eina útbygging í tess gassøki av kelduni Glendronach, sum felagið fann í fjør. 

Føroyar fylgja gongdini hinumegin markið

Fleiri av umrøddu keldunum eru allar stórar oljukeldur, hvørs útbyggingar fara at skapa nógv arbeiði til veitarafyritøkur í oljuvinnuni. Tað er greitt, at eisini her liggja føroyskar fyritøkur framvið, nú oljukeldurnar eru so nær Føroyum. Avgerðir um útbyggingar hinumegin markið kunnu tí fáa týdning fyri føroyska veitingarvinnu í framtíðini. Her eisini føroyskar havnir.

[object Object]

Fyrsta oljuframleiðslan í økinum millum Hetland og Føroyar var á Foinaven feltinum eystan fyri føroyska markið, har hetta framleiðsluskipið hevur ligið síðani fyrst í 90-árunum.

Oljuportalurin skilur, at Oljuvinnufelagið hjá Vinnuhúsinum, sum umboðar føroyskar veitarafyritøkur til oljuvinnuna, fylgir væl við gongdini hinumegin markið. Tað er so eisini miðvísi politikkurin hjá hesum og undanfarnum landsstýrum at marknaðarføra Føroyar sum maritiman tænastudepil fyri øllum hugsandi virksemi í Norðuratlantshavi herundir í grannalagnum eystan fyri markið.

At tríggjar risastórar útbyggingar av oljufeltum í grannalagnum helst fáa grønt ljós innan nøkur fá ár, er tí avgjørt nakað, sum er á radaranum hjá føroyskum myndugleikum og vinnuni.

At tosa um møguleikar og virksemi á okkara leiðum í næstu framtíð kann kanska tykjast í so veruleikafjart, tá hugsað verður um støðuna í løtuni við metlágum oljuprísum og eini koronakreppu, sum hevur lagt stóran part av oljuvinnuni lamna. Hinvegin ber eisini til at ímynda sær, at støðan fer at broytast aftur, og tá er gott at vera fyrireikaður. Heimurin hevur og fer leingi aftrat at hava tørv á bæði olju og gassi til nógv ymisk gerandis endamál. Og tí fer føroyski landgrunnurin og grannalagið eystanfyri Føroyar at hava stóran týdning í framtíðini.

Bretskir oljumyndugleikar hava gjørt av at útseta komandi 33. útbjóðingina, sum annars skuldi havt verið latin upp í summar. Teir hava ov mikið at gera í sambandi við tær væleydnaðu seinastu útbjóðingarnar, har undirtøkan hevur verið stór.

Úrslitið av 32. útbjóðingini, sum lat aftur herfyri saman við tí 5. føroysku,  fáa vit í summar. Tá fáa vit eisini at vita, hvørji feløg hava fingið tillutað leitiloyvi, sum liggja upp at føroyska markinum. Hetta er sjálvandi nakað, sum føroyskir myndugleikar við Jarðfeingi á odda bíða í spenningi eftir at frætta meira um, tí tillutan av nýggjum leitiloyvum við føroyska markið kann uttan iva fáa stóran týdning fyri møguliga framtíðar leiting á føroyska landgrunninum. Tað vil vera eitt sera gott tekin um, at oljufeløgini trúgva uppá økið kring markið.

Føroyar bjóða fram “Open Door” skipan

[object Object]

Á heimasíðuni hjá Jarðfeingi verður hetta økið nú marknaðarført sum "Open Door" leitiøki hjá oljufeløgum, sum vilja fara undir leiting við Føroyar.

 

Aftrat hesum kann nevnast, at føroyski oljuráðharrin hevur avgjørt ikki at hava nakra útbjóðing við Føroyar komandi árini. Ístaðin hevur hann lagt seg eftir at marknaðarføra sokallaðu “Open Door” skipanina, ið merkir, at oljufeløg kunnu søkja um øki á landgrunninum til leiting nær tað skal vera. Henda skipan lat upp samtíðis sum 5. útbjóðingin við Føroyar lat aftur.

Oljan.fo skilur, at á Jarðfeingi eru tey í gongd við fleiri áhugaverdar og fyri Føroyar týðandi verkætlanir, sum skulu vera við til at skapa størri áhuga hjá oljufeløgunum fyri framtíðar leiting á landgrunninum. M.a. verða verandi og nýggj data kannað av nýggjum so betur til ber at síggja fleiri áhugaverd og spennandi øki í undirgrundini, ið kunnu goyma olju og gass. Tøknin til at tulka seismikk og onnur data mennist eisini alla tíðina.

So til ber - eisini í hesum koronatíðum - at síggja varisliga bjartskygt uppá eina virkna olju- og gassframtíð á Atlantsmótinum tvs. báðumegin markið.

Her skulu vit heldur ikki gloyma týðandi stigið, sum longu er tikið til samstarv millum Føroyar og Bretland á orkuøkinum og innan veiting av tænastum til vinnuna, og sum eisini varð umrøtt á fundinum á hægsta stigi millum bretska forsætisráðharran Boris Johnson og Føroya løgmann, Bárð á Steig Nielsen í London í fjør.  

Taka vit samanum, so er greitt, at báðir oljurisarnir BP og Shell, síggja møguleikar á Atlantsmótinum í framtíðini - eftir korona og eftir at oljuprísurin er komin í eina betri og meira trygga legu. At hava tvey so roynd og fíggjarliga sterk oljufeløg sum lokomotiv er av alstórum týdningi fyri eitt útjaðaraøki sum Atlantsmótið, ikki minst tá prís- og sóttarkreppa hava gjørt um seg. Og framtíðar útbyggingar eystan fyri Føroyar eru eisini ein góður førningur fyri eina føroyska olju- og gassframtíð.