Uttanlands

BP selur allar sínar ognir í Alaska

Amerikanska oljufelagið Hilcorp keypir tær fyri 5,6 mia. dollarar

2019-08-28 08:03 Author image
Jan Müller

Bretski oljurisin BP hevur gjørt av at selja allar sínar ognir í Alaska til oljufelagið Hilcorp fyri 5,6 mia. dollarar. BP  byrjaði longu sítt virksemi í hesum stóra amerikanska statinum í 1959 tvs. fyri 60 árum síðani. Felagið hevur ment stórar oljukeldur í Prudhoe Bay og bygt oljuleiðing frá oljuleiðunum har til syðsta partinum av statinum. Ein kann siga, at BP við tess virksemi í Alaska hevur átt lívið í búskapinum. Nú felagið selur sínar ognir skal felagið eisini finna eina loysn fyri tey 1600 starvsfólkini hjá felagnum.

Stjórin í BP, Bob Dudley sigur í tíðindaskrivi frá felagnum, at sølan merkir ikki, at BP fer at taka seg úr USA. Felagið er sera virkið í Mexikanska flógvanum og aðrastaðni í USA og fer at halda fram við hesum virkseminum. Men sølan merkir, at felagið fer eisini at leggja seg eftir at gera íløgur í orkuvirksemi í øðrum pørtum av heiminum. 

Í 1999 vitjaði eitt ferðalag úr Føroyum við tveimum landsstýrismonnum oljukeldurnar hjá táverandi oljufelagnum Arco í Prudhoe Bay í norðuralaska. Felagið varð seinni uppkeypt av BP, sum nú tekur seg heilt úr statinum.

Í dag er olju- og gassvirksemi mest týðandi inntøkukeldan hjá Alaska, ið verður mett at goyma stórar nøgdir av olju og gassi.