Uttanlands

BP útsetir útbygging - vil fyrireika seg betri til CO2 avbjóðing

Oljufeløg bíða við avgerð um útbyggingar á Atlantsmótinum til í næsta ár

Risastóra Clair oljukeldan liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. BP hevur longu framt tvær útbyggingar til framleiðslu har, og nú er tann triðja á tekniborðinum, men felagið hevur avgjørt at útseta endaligu avgerðina til 2022 fyri at taka størri atlit til minking av útláti.

Risastóra Clair oljukeldan liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. BP hevur longu framt tvær útbyggingar til framleiðslu har, og nú er tann triðja á tekniborðinum, men felagið hevur avgjørt at útseta endaligu avgerðina til 2022 fyri at taka størri atlit til minking av útláti.

2020-02-11 16:59 Author image
Jan Müller

[object Object]

Ariel Flores, Norðsjóvarstjóri hjá BP

Um somu tíð sum fleiri oljufeløg uppraðfesta Atlantsmótið, tvs. økið millum Føroyar og Hetland, sum framtíðar oljuøkið á bretska landgrunninum, hava tvey av feløgunum, ið eru sera virkin í hesum umráðinum, nevniliga BP og Hurricane Energy, avgjørt at útseta útbyggingar av tveimum oljukeldum. Talan er um Clair South og Lincoln Crestal.

BP sigur frá, at endaliga avgerðin um útbygging (FID – Final Investment Decision) av spildurnýggju verkætlanini Clair South miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið, verður útsett í eitt ár til 2022. Orsøkin: oljufelagið vil fyrireika seg betri til at tryggja sær, at hædd verður tikin longu frá byrjan á tekniborðinum fyri so lágum CO2 útláti sum gjørligt, tá verkætlanin einaferð í framtíðini fer av bakkastokki. Hetta hevur Norðsjóvarstjórin hjá BP, Ariel Flores, boðað frá nú um dagarnar. Um so er at útbyggingin fer at fáa grønt ljós, tá verður hon tann triðja útbyggingin á risastóru Clair kelduni, ið varð funnin í 1977 og er mett at goyma 7-9 mia. tunnur av olju. Fyrsta framleiðslan á Clair fór í gongd í 2005. Í 2018 varð so farið at framleiða frá tí næstu útbyggingini, Clair Ridge. Og nú er so túrurin komin til Clair South.

BP er eisini undir trýsti frá eitt nú myndugleikum og umhvørvisfelagsskapum, sum krevja, at oljufelagið hevur eitt so lágt útlát sum tilber, tá framleiðslan fer í gongd um nøkur ár.

[object Object]

BP sett veitarum stevnu fyri at finna bestu loysnirnar

Felagið setti herfyri 30 veitarafyritøkum stevnu við tí endamáli at fáa hugskot til at fremja ta røttu útbyggingina, bæði tøkniliga, umhvørvisliga og kappingarføra. Her verður so eisini hugsað um at veita elorku úr landi til at reka framleiðsluna, sum helst verða pallar á staðnum ella eitt goymslu- og framleiðsluskip, FPSO. Tað er møguligt, at tað fer at loysa seg best at fáa hesa landelorkuna úr Noregi.

Enn ein spurningur at taka støðu til, er um BP skal halda fram við at flyta oljuna til Sullom Voe í Hetlandi. Í løtuni verður oljan frá øðrum keldum vestan fyri Hetland flutt til Sullom Voe, men BP hevur gjørt eigaranum av oljuterminalinum, EnQuest, greitt, at stórar ábøtur og nútímansgerðingar mugu til fyri, at tað skal loysa seg hjá BP framhaldandi at flyta oljuna til Sullom Voe, og her kemur so oljan frá Clair South eisini inn í myndina einaferð. EnQuest hevur gjørt greitt, at tað miðjar móti at gera íløgur í Sullom Voe, so tað verður meira kappingarført.

[object Object]

Her síggjast ymsu olju- og gassleiðirnar á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar.

Lincoln og Lancaster

Enn ein ætlað útbygging vestan fyri Hetland, Lincoln Crestal á Lancaster oljuleiðini har suðuri á Atlantsmótinum, er eisini uppi at venda nú. Ætlanin var at knýta Lincoln kelduna í framleiðsluna, sum fer fram í grannalagnum á Lancaster leiðini, í ár, men henda ætlan verður av ongum í løtuni. Hon verður útsett til í næsta ár. Annars varð ætlanin, at olja frá Lincoln skuldi fara umborð á framleiðsluskipið Aoka Mizu á Lancaster. Alt hevur tó ikki gingið eftir ætlan við hesi útbyggingini, so íbinding til Lancaster verður at bíða til 2021 siga umboð fyri Hurricane Energy, sum saman við Spirit Energy stendur fyri loyvunum. Tey bæði feløgini boraðu í fjør tríggjar nýggjar brunnar fyri at vita, um olja finst í grannalagnum av Lancaster. Úrslitið var misjavnt. Nú ætlar Hurricane so kortini at menna framleiðsluna á Lancaster kelduni við at bora ein framleiðslubrunn aftrat teimum báðum verandi.

Cambo grønt ljós í ár, síðani Rosebank...

Av øðrum útbyggingum á Atlantsmótinum standa tríggjar fyri framman. Siccar Point Energy, sum er fyristøðufelag á oljukelduni Cambo, hevur saman við Shell fyrr boðað frá, at tað fer at taka endaliga avgerð um útbygging av Cambo tíðliga í hesum árinum. Annars skilst, at eigarnir av Siccar Point hava sett felagið til sølu. Um hetta fer at hava nakra avleiðing á avgerðina kring Cambo er óvist. Neyvan. Aftrat Cambo útbygging, so fer Equinor í seinasta lagi í 2022 at taka endaliga avgerð um útbygging av Rosebank oljukelduni, sum liggur í grannalagnum. Equinor, sum hevur yvirtikið leiklutin sum fyristøðufelag frá Chevron, hevur í hyggju at endavenda verkætlanini, so hon kann gerast meira kappingarfør og eisini taka atlit til at minka um CO2 útlátið. Equinor brúkar í hesum sambandi útbygging av Castberg oljukelduni í Barentshavinum sum fyrimynd. Har varð tað projektið lagt fyribils á hillina, tí tað varð ov kostnaðarmikið, men eftir at hava hugt at verkætlanini við nýggjum eygum eydnaðist tað at minka um kostnaðin við nærum eini helvt. Tað er hesa læruna, sum Equinor ætlar at brúka á Rosebank kelduni eystan fyri føroyska markið.

Loksins arbeiðir franska oljufelagið Total við eini útbygging av einum gassfundi á tess gassleiðum miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið.
Aftrat hesum koma so eisini ætlanir um útbyggingar ymsa staðni á Atlantsmótinum, eitt nú á Tornado og Suilven fundunum, sum liggja skamt frá føroyska markinum, beint norðan fyri stóru oljuframleiðandi keldurnar Schiehallion og Foinaven. Í nógvum førum verða slíkar útbyggingar av sokallaðum “standalone” fundum gjørdar við íbinding í størri framleiðslu “Hubbar”, kjarnar so sum Cambo og Rosebank. Eitt dømi um slíka er m.a. oljukeldan Alligin, sum júst er útbygd og bundið í framleiðsluskipið Glen Lyon hjá BP.

Framhaldandi virksemi á Atlantsmótinum

So hóast nógv stendur á hjá oljufeløgum at fáa neyðuga íløgufígging til nýggjar verkætlanir nógva staðni kring heimin, so hava mong oljufeløg avgjørt ikki at leggja árarnar inn. Men heldur at laga sínar ætlanir til at liva upp til krøvini um lægri útlát av vakstrarhúsgassum um somu tíð sum oljufeløgini eru við til at menna varandi og alternativar orkukeldur, so sum vind og sól. Vit fara tí framhaldandi at síggja vaksandi virksemi í føroyska grannalagnum á Atlantsmótinum í mong mong ár aftrat, nú heimurin fer at hava tørv á bæði olju og gassi í fleiri ártíggju. Tað fer tí í størri og størri mun at vera ein kombinatión av olju- og gassframleiðslu saman við varandi orkuframleiðslu her ikki minst havvindi.