Uttanlands

Bretar útseta oljuleiti-útbjóðing

Seinastu leitiútbjóðingarnar hava verið so mikið væleydnaðar at avgjørt er at útseta komandi útbjóðingina

Reyðu økini vórðu lýst leys at søkja í bretsku 32. útbjóðingini. Loyvini verða helst latin í apríl, og oljan.fo veit, at fleiri teirra liggja upp at føroyska markinum.

Reyðu økini vórðu lýst leys at søkja í bretsku 32. útbjóðingini. Loyvini verða helst latin í apríl, og oljan.fo veit, at fleiri teirra liggja upp at føroyska markinum.

2020-03-18 14:02 Author image
Jan Müller

[object Object]

Tá 5. útbjóðing lat aftur í november boðaði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í oljumálum frá, at tað fer at ganga rúm tíð, áðrenn nýggj útbjóðing verður aftur. Í staðin heitti hann á oljufeløg um at gera brúk av "Open Door" skipanini, sum til eina og hvørja tíð loyvir oljufeløgum at søkja um leitiøki á føroyska landgrunninum. Bretar hava nú gjørt av at útseta teirra ætlaðu 33. útbjóðingini, sum skuldi lata upp í vár. Orsøkin: seinastu útbjóðingarnar hava verið so mikið væleydnaðar, at oljufeløgini hava ov mikið at gera.

 

Bretskir oljumyndugleikar hava gjørt av at steðga eini komandi leitiútbjóðing, sum skuldi vera í hesum árinum. 33. útbjóðingin verður útsett fyribils, “temporary pause”, sigur OGA, Oil and Gas Authority, Kortini kunnu feløg lata innaftur loyvi tey hava fingið áður, soleiðis at hesi kunnu gerast partur aftur av framtíðar útbjóðingum. Orsøkin til útseting hevur tó einki við koronasmittuna at gera skilst.

Annars hava myndugleikarnir arbeitt við at leggja til rættis 33. útbjóðingina at lata upp í summar, men sum nú verður útsett fyribils. Umboð fyri OGA sigur, at orsøkin til at komandi útbjóðingin er úsett er tann, at seinastu útbjóðingarnar hava verið so mikið væleydnaðar, tvs. at oljufeløg hava latið so mikið nógvar umsóknir inn, at tey hava nóg mikið at gera í hesum sambandi. Enn ein orsøk til at útseta útbjóðingar er tann, at myndugleikarnir vilja fegnir hava fyristøðufeløg at arbeiða saman um øki, har slíkt samstarv og felags stev kann gagna leitingini sum heild.

Herfyri frættist, at umhvørvisfelagsskapir ynskja, at myndugleikarnir avmarka nýggja olju- og gassleiting. Hetta verður kortini ikki nevnt sum ein orsøk í seinastu útmeldingini frá OGA til at úseta leitiútbjóðing. Fyrr í ár segði nevndarformaðurin í OGA, Tim Eggar annars, at mynduguleikarnir fara at endurskoða reglarnar í sambandi við leiting fyri at røkka málinum um “net zero” útlát.

Annars vera loyvini í seinastu 32. útbjóðingini latin oljufeløgunum í øðrum ársfjórðingi í ár. Útbjóðingin, sum fór fram samtíðis sum tann 5. í Føroyum, lat aftur í november. Umleið 70 feløg lótu meira enn 90 umsóknir inn. Tað eru hesar, sum myndugleikarnir nú gjøgnumganga. Jarðfeingi, sum hevði vónað, at samskipanin av teimum báðum útbjóðingunum báðumegin markið, fór at gagna 5. útbjóðingini, mátti tó sanna, tá freistin var úti, at eingin umsókn kom. Ymsar orsøkin hava so verið nevndar til, at tað gekk so. Ein var at feløgini høvdu ov mikið at gera við at fyrireika umsóknir bretsku megin markið, og tí ikki høvdu orku til eisini at fara undir at fyrireika umsóknir til føroyska økið.

Hóast enn einki er komið endaliga fram um, hvar á bretska landgrunninum oljufeløg hava søkt um leitiloyvi í 32. útbjóðingini, so hevur oljan.fo kortini fingið at vita, at fleiri oljufeløg hava søkt um leitiloyvi upp at føroyska markinum, og í tveimum førum hava fleiri oljufeløg boðið uppá somu loyvisøki nær markið. Hetta kann vera eitt tekin um, at áhugin framvegis er stórur fyri at leita eftir kolvetnum á marknaleiðini millum Føroyar og Bretland.

Tá freistin at søkja var úti í november í fjør úttalaði Helge Abrahamsen, landsstýrismaður í oljumálum, at tað fer at ganga ein tíð, áðrenn útbjoðingar verða aftur á føroyska landgrunninum. Men hann helt hurðina opna fyri oljufeløgum, sum vilja søkja um leitiloyvi undir “Open Door” skipanini, ið kom í gildi straks eftir 5. útbjóðing. Tvs. at um oljufeløg halda ávís øki á føroyska landgrunninum hava teirra áhuga, so kunnu tey søkja um leitiloyvi í hesum økjum nær tað skal vera.