Uttanlands

Bretland fer ikki at fylgja Danmark og steðga oljuleiting

Bretska stjórnin fer framhaldandi at loyva leiting eftir olju og gassi á landgrunninum

Framhaldandi oljuleiting hevur stóran týdning fyri grøna orkuskiftið heldur bretska stjórnin

Framhaldandi oljuleiting hevur stóran týdning fyri grøna orkuskiftið heldur bretska stjórnin

2021-03-25 17:40 Author image
Jan Müller

[object Object]

Uppsetan av vindmyllum verður raðfest sera høgt í Bretlandi og hava oljufeløgini her ein týðand leiklut

Tað eru ikki bert Føroyar og Grønland, sum ikki ætla sær at fylgja Danmark, tá tað ræður um framtíðar oljuleiting. Stórabretland kunnger nú, at tað ætlar at halda fram við at leita eftir olju í eitt nú Norðsjónum. Ráðharrar í bretsku stjórnini siga, sambært BBC, at loyvi fara framhaldandi at verða latin til oljufeløg at leita eftir olju og gassi á bretska landgrunninum. Henda avgerð kemur í kjalarvørrinum á gitingum um, at bretska stjórnin umhugsar at banna nýggjari oljuleiting. 


Síðani hetta kom fram hava umboð fyri oljuvinnuna í Bretlandi eins og ovasti politiski leiðarin í Skotlandi, ávarað ímóti slíkari gongd, tí hon fer at hava við sær, at nógv arbeiðspláss verða mist umframt inntøkur til almennu kassarnar. Eisini hava tey víst á, at hetta kann í veruleikanum gerast ein kíli inn í royndirnar hjá eitt nú oljufeløgunum at medvirka til grøna orkuskiftið.

Hinumegin standa so umhvørvisfelagsskapir, sum tvíhalda um, at rætta loysnin fyri at gagna veðurlagnum er heilt at steðga  leitingini eftir olju og gassi. Teir siga, at nóg mikið av olju og gassi er longu funnið til tess at skaða umhvørvið. Tí halda tey, at bretska stjórnin eigur at banna nýggj leitiloyvi. Tey siga víðari, sambært BBC, at avgerðin um at loyva leiting, undirgrevur leiklutin hjá Bretlandi sum leiðari av komandi ST-veðurlagsráðstevnuni í november, COP26.

Tey, sum stuðla stjórnini í framhaldi av oljuleiting, siga, at oljuvinnan er ein týðandi partur av grøna orkuskiftinum, og tí eigur man ikki at sera kílar í hjólini hjá teimum, tí harvið fara bæði vitan og peningur at resta í, tá grøna skiftið skal setast í verk. 

Vinnan hevur longu góðtikið at minka um útlátið við 10% í 2025 og 25% í 2027. Og við 50% í 2030. Fyri at røkka hesum máli hevur bretska stjórnin nú játtað oljuvinnuni 155 mia. kr. til orkuskiftið innan fyri 2030.