Uttanlands

Bretland letur nýggj oljuleitiloyvi eystan fyri Føroyar

BP og Corallian Energy tillutað nýggj leitiloyvi vestan fyri Hetland

2019-06-10 10:58 Author image
Jan Müller

Bretski oljumyndugleikin, OGA (Oil and Gas Authority) hevur latið 37 nýggj loyvi til oljuleiting á bretska landgrunninum, harímillum eisini loyvi á Atlantsmótinum. Tilsamans 20 oljufeløg hava fingið tillutað loyvini, har tey flestu eru í Norðsjónum.  Millum feløgini, sum hava fingið leitiloyvi nær Føroyum, eru BP og Corallian Energy, sum er eitt nýtt leitifelag á Atlantsmótinum. Corallian Energy hevur fingið tillutað leitiloyvi  norðan fyri Hetland, skamt frá føroyska markinum. Íløgufelagið Reabold Resources eigur umleið 33% av Corallian Energy.

Feløgini halda Atlantsmótið goymir spennandi avbjóðingar. Loyvini eru partur av 31. leitiútbjóðing í Bretlandi og verða latin nakrar mánaðir áðrenn, at 32. útbjóðingin letur upp. Hon fer serstakliga at fevna um loyvi tætt upp at føroyska markinum, har eisini Føroyar fara at bjóða øki út til leiting um somu tíð.

Eisini BP hevur fingið tillutað fleiri nýggj leitiloyvi vestan fyri Hetland í økinum norðan og eystan fyri oljukelduna Clair.

[object Object]