Uttanlands

Bretska stjórnin stóríløgu í menning av havvindorku

Ætlanin er at gera íløgur í havnir og framleiðslur til  at menna vindorku til havs

Bretska stjórnin ynskir at raðfesta orku frá vindmyllum til havs

Bretska stjórnin ynskir at raðfesta orku frá vindmyllum til havs

2021-03-12 15:47 Author image
Jan Müller

Kring allan heim verða gjørdar íløgur í varandi grøna orku. Hetta hendir so sanniliga eisini um okkara leiðir, har havvindorka stendur sera høgt í metum bæði hjá privatum fyritøkum og hjá stjórnum. Hetta hava vit sær bæði í Danmark, Norra og Bretlandi fyri at nevna nakrar av grannatjóðum okkara. Og tað hendir eisini í Føroyum, har vit komandi árini fara at síggja nógvar nýggjar verkætlanir innan vindorku.

[object Object]

Ikki minst í Bretlandi royna politikarar at ganga undan. Nú seinast við at gera stórar íløgur í verkætlanir at byggja út havnir og øki, sum skulu vera  við til at menna vindorku til havs. Bretska stjórnin hevur sambært Energy Voice júst kunngjørt ætlanina at gera íløgur uppá eina mia. kr. í menning av vindorkuframleiðslu í økjunum Teesside og Humber, sum skulu vera miðdeplar fyri menning av havvindi. 

Boris Johson, forsætisráðharri,  sigur í eini viðmerking, at hesi bæði økini fara at ganga á odda í miðvísu bretsku royndunum at menna tí grønu kollveltingina, sum hann kallar tað, og byggja næsta ættarliðið av havvindmyllum. Hann vísti við hesum til eina stóra verkætlan at byggja út vindorkuhavnir við møguleika fyri at húsa tilsamans sjey vindmylnufyritøkum tilsamans. Umleið 6000 fólk fara at verða beinleiðis knýtt at hesum framleiðslum, sum fara at hava samband við áirnar Humber og Tees. Framleiðslurnar skulu m.a.  brúkast í nýggju Dogger Bank vindmylnuparkini út fyri norðeysturstrondina á Bretlandi. Hon verður tann størsta av sínum slag í Bretlandi. 

Bretska stjórnin hevur annars gjørt greitt, at landið ynskir at ganga á odda, tá talan er um at menna varandi orkukeldur, og her verður vindorka til havs raðfest sera høgt. Hon skal m.a. vera við til at upphitingina av milliónum av bretskum heimum. Í hesum sambandi verður eisini nógv tosað um at brúka vindorku sum heild til at reka mongu oljupallarnar í Norðsjónum og vestan fyri Hetlandi við streymi heldur enn gassi, tí á tann hátt ber eisini til at minka um CO2 útlátið frá virkandi oljuvinnuni. Hetta er eisini ein gongd vit síggja alsamt meira til á norska landgrunninum, har stjórnin og vinnan raðfesta útbygging av streymveiting úr landi ella vindmyllum til havs til mongu pallarnar.