Uttanlands

Bretska stjórnin stuðlar menning í skotsku oyggjunum

Letur saman við skotsku stjórnini eina milliard krónur í íløgustuðuli til menning í Hetlandi, Orknoyggjum og Hebridunum

Boris Johnson forsætisráðharri her á vitjan í Stromnes í Orknoyggjum.

Boris Johnson forsætisráðharri her á vitjan í Stromnes í Orknoyggjum.

2020-07-27 11:43 Author image
Jan Müller

 Stjórnirnar í Bretlandi og Skotlandi hava gjørt av at gera íløgur uppá eina milliard kr. í teimum trimum oyggjabólkunum fyri norðan í Skotlandi, nevniliga Hetlandi, Orknoyggjum og Hebridunum. Hetta er partur av tí avtalu, sum verður umrødd sum “Islands Growth Deal”. Íløgustuðulin fer til ferðavinnu, undirstøðukervi, innovatión, orkuumskifti og kunnleika. Tíðindini koma væl við í oyggjabólkunum, sum síðani 2013 hava sóknast eftir størri áhuga frá myndugleikunum at fremja íløgur í teirra økjum.

Endamálið við íløgustuðulsætlanini er fyrst og fremst at bretra um liviumstøðurnar hjá fólkunum í teimum trimum oyggjabólkunum komandi 10 árini. Hetta skal so gerast við at gera tað meira áhugavert fyri ferðafólk at vitja umframt at stuðla uppundir vinnu, sum vil vera við til at fremja broytingar í orkukervinum verður sagt í viðmerkingunum til ætlanina. Hetta verður so eisini gjørt fyri at fáa unga ættarliðið at vera verandi og koma aftur til oyggjarnar at skapa sær eina framtíð.


Eitt nú í Hebridunum hava myndugleikanir leingi roynt at skapa grundarlag fyri, at tey ungu kunnu støðast har og festa sær búgv og fáa arbeiði. Politikarar har hava í hesum sambandi vitjað í Føroyum fyri at fáa sær íblástur, nú Føroyar hava verið gjøgnum eina tilgongd, har tey ungu fyrst fluttu av landinum fyri síðani at venda aftur til Føroya ella vera verandi her, nú møguleikarnir fyri útbúgving eru betraðir so nógv.

Staðfest verður at henda gongdin og menningin má tillagast ávirkanini frá korona, sum eisini hevur rakt smáu oyggjasamfeløgini fyri norðan í ávísan mun. Verður tikið samanum so eru samlaðu íløguætlaninar hjá bretsku stjórnini fyri alt Skotland uppá millum 10 og 15 mia. kr.

Ì oyggjunum fegnast leiðarar um seinastu avgerðina, sum teir siga, kemur í síðstu løtu og vísa á, at økini hava leingi verið gloymd av myndugleikunum.

Ein avleiðing av hesum verður helst eisini, at gongd fer at koma á sokallaða “decommisssioning” ídnaðinum, sum er at taka sundur gamlar oljupallar í Norðsjónum. Her liggja m.a. hetlendingar framvið og vilja hava
ment nýggj arbeiðspláss.

Boris Johnson, bretski forsætisráðharrin, fegnast um íøguætlanina fyri skotsku oyggjabólkarnar, sum hann sigur hevur verið ein hjartasøk fyri seg, sum nú gerst veruleiki. Og fyri at vísa, at hann meinar nakað við hetta, hevur hann gjørt av at vitja í Orknoyggjum. Har er hann í løtuni og segði undir vitjanini, at hann fegnast um arbeiðið, sum verður gjørt har fyri at menna hydrogentøknina, sum aftur skal vera við til at minka um bretska CO2 útlátið.

Tað er greitt, at avgerðin hjá stjórnini at stuðla útjaðarunum og Skotlandi sum heild saman við nýggjastu vitjanini hjá forsætisráðharranum er eisini at fáa skotar at kenna seg sum part av bretska ríkinum. Ynskið um eitt sjálvstýrandi Skotland, eftir at Bretland hevur tikið seg úr ES, er vorðið sterkari, og hetta er so eisini nakað, ið Boris Johnson roynir at bøta uppá m.a. við síni vitjan.

[object Object]