Uttanlands

Bretski olju- og gassídnaðurin í Norðsjónum hongur í klønum tráð

Tey stóru oljufeløgini væntast at strika og útseta íløguætlanir í ár fyri at bjarga sær ígjøgnum fíggjarligu kreppuna sum frægast. Væntandi fer sølan av olju niður í helvt

2020-03-19 14:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta vísir nýggj frágreiðing, sum m.a. verður umrødd í bretsku ávísini The Guardian og endurgivin av tíðindastovuni Ritzau. Sambært frágreiðingini er hetta ringasta støðan, sum oljumarknaðurin hevur verið í seinastu 18 árini og kemur hon um somu tíð, sum Bretland er rakt av búskaparkreppu, umframt avleiðingarnar av koronasmittuni.

[object Object]

Stjórin í Oil and Gas UK, Deidre Michie á oljumessu í Aberdeen. Við liðina á henni plakat hjá føroyska systurfelagnum, FOÍB, sum við sínum atlimaskapi í bretska felagnum, roynir at marknaðarføra føroyska oljuleiting og føroyska veitingarvinnu.

 

Tað er felagið hjá bretsku oljuvinnuni, "Oil and Gas UK", sum hevur latið gera frágreiðingina, ið m.a. sigur, at íløgur í olju- og gassvinnuni fara at minka við einum triðingi sum avleiðing av niðurgongdini á marknaðinum. Olju- og gassvinnan í Bretlandi hevur 250.000 fólk í arbeiði. Hetta kann m.a. føra til eina minking í oljuborivirkseminum, og harvið minka um arbeiðið hjá teimum fyritøkum, sum eiga boripallarnar.

Deirdre Michie, stjóri í OGUK, sigur við The Guardian, at oljuprísskrædlið, sum er komið í kjalarvørrinum á størstu búskaparligu afurgongdini í bretsku søguni, er orsøkin til, at bretski oljuídnaðurin hongur í einum klønum tráð.

“Vit arbeiða saman við okkara limum fyri betur at kunna skilja tær avbjóðingar, sum feløgini standa fyri í hesum serstøku og sera óttafullu tíðum", sigur hon við blaðið.

Mars mánaður hevur verið raktur av tí mest víðgongda oljuprísfallinum í 30 ár, greiðir Ross Dornan, sum hevur skrivað frágreiðingina, frá. Tað er enn óvist, hvussu marknaðurin fer at útvikla seg, um somu tíð sum hóttafallið orsakað av koronasmittuni gerst verri fyri hvønn dag, leggur hann aftrat.

placeholder